Norska blaðið Dagbladet avdúkaði í gjár, at USA hevði fleiri óhapp við sínum kjarnorkubumbum og brintbumbum í árunum frá 1960 til 1980. At kanningin hjá blaðnum einans umfatar USA kemst av, at Bretland, Frakland, Russland og Kina sýta fyri at upplýsa, um tey hava havt tilsvarandi óhapp.
Dagbladet er komið fram á fleiri tilburðir, har óhapp við amerikonskum kjarnorkuvápnum kundi havt elvt til eina sanna vanlukku fyri heimin. Her nøkur dømi:
Tann 22. mai í 1957 misti eitt amerikanskt flogfar eina 10 megatons brintbumbu niður yvir eitt óbygt øki tætt við Albuquerque í New Mexico. Til alla lukku brast bara løðingin, men ikki sjálv brintbumban.
Tann 5. oktober í 1960 boðaði radareftirlitið í Thule í Grønlandi frá, at fleiri sovjetskar kjarnorkurakettir vóru á veg ímóti málum í USA. Talan var í veruleikanum um órógv frá mánaljósinum, sum radar-arnir høvdu misskilt.
Tann 19. september í 1980 kom hol á eina Titan-II rakett, sum var lødd við einari kjarnorkubumbu. Átta tímar seinni sprongdist rakettin, og tann níggju megatons stóra kjarnorkubumban varð slongd langt upp í luftina.
Tann 10. januar í 1984 varnaðist starvsfólkið á Warren-herstøðini í statinum Wyoming, at ein rakett av slagnum Minuteman III, sum var lødd við einari kjarnorkubumbu, var í ferð við at fara avstað. Orsøkin var eitt brek í telduskipanini. Avgjørt varð at seta eitt tungt hernaðarakfar oman á akjøldurin, so tað ikki fór upp. Tað gjørdi, at rakettin varð standandi.
Niðurstøðan hjá Dagbladet er, at tað er eitt undur, at heimurin er so frægur, sum hann er.