Tað er torført at fáa fólk at skráseta seg sum mergdonorar í Danmark. Einans 10.000 fólk eru skrásett, og tað er alt ov lítið. Tí eru fólk nú farin í holt við at gera vart við hetta eisini í Føroyum til tess at fáa so nógvar donorar sum tilber. Tí jú fleiri eru, jú størri er møguleikin fyri at bjarga einum ella fleiri lívum.
Hetta, at tað er so torført at fáa fólk at lata merg, kann koma av, at fólk ikki vita, hvussu tað fer fram. Mong halda, at tað er ein pínufullur framferðarháttur. Men tað er tað ikki. Tað er heilt einfalt ein blóðroynd, sum ein letur.
Um so føroyingar hava hug til at lata blóð, so er bara at fara inn á eitt av okkara sjúkrahúsum til eina blóðroynd. Hendan blóðroyndin verður so latin Ríkissjúkrahúsinum og skrásett har. Umframt at hon eisini verður skrásett í einum altjóða skrásetingarsavni í Hollandi. Um eins mergur so vísir seg at passa til ein sjúkling, so verða boð send eftir viðkomandi at koma at lata blóð.
Fólk hevur vent sær til Sosialin til tess at at fáa eitt netverk upp á beinini í Føroyum fyri at fáa fleiri at lata merg. Hesi sjúku børnini á Skejby sjúkrahúsi eru bert ein lítil partur av teimum sjúku børnunum í Danmark, sum hava tørv á mergi.
Sum Sosialurin skilir, so er tað sera torført at fáa fólk at skráseta seg í Danmark, og tí verður nú ein roynd gjørd at upplýsa fólki, hvussu tað gongur fyri seg, tá ein skal lata merg.