Fartelefonir avdúka brotsmenn

Tær nýggju fartelefonirnar, sum kunnu taka myndir, eru vorðnar eitt sera hent amboð hjá løgregluni at avdúka brotsmenn

Fartelefonin er vorðin ein sera góð hjálp hjá donsku løgregluni, tá tað ræður um at avdúka brotsmenn, og løgreglan roknar við, at tær nýggju fartelefonirnar, sum kunnu taka myndir, fara at gera tað uppaftur lættari at fáa fatur á brotsmonnum í framtíðini, skrivar Jyllandsposturin.
Per Larsen, sum er kriminalinspektørur hjá løgregluni í Keypmannahavn, sigur, at løgreglan fær nógvar fráboðanir frá fólki, sum hava fartelefon, og sum hava sæð eitt ella annað brotsverk, og hann mælir nú fólki til at taka eina mynd av sjálvum brotsverkinum, hava tey eina slíka fartelefon.
- Vit hava mælt fólki til at ringja til okkara, síggja tey eitt ella annað brotsverk, og hví ikki eisini mæla teimum til at trýsta á knøttin, so telefonin tekur eina mynd? Tað hevði verið óført, høvdu vit fingið fólk til at nýta myndatólið, tá tey síggja ein tjóv, ein álopsmann ella okkurt herverk, sigur Per Larsen.
Á løgreglustøðini í Aarhus hava tey somu áskoðan. Allan Lind, kriminalovasti, sigur við Jyllandspostin, at har hevur løgreglan fingið nógv burturúr, at fólk ganga við fartelefon uppi á sær, og at tey tí hava møguleikar at boða løgregluni frá onkrum ólógligum, sum tey síggja. Hann vísir á, at tað hendir ofta, at bilar hjá løgregluni fáa boð um at venda og at fara onkra aðrastaðni, tí onkur við einari fartelefon hevur ringt og boðað frá onkrum.
Síðani fartelefonirnar við myndatóli komu á marknaðin, hevur dúgliga verið tosað um, at tær kunnu misnýtast, men sambært donsku løgregluni kunnu tær eisini vera sera hentar.