Eingin føroyingar var á vøllinum alla tíðina

Fremad Amager lætti sær eitt sindur upp um strikuna, Vejle er á niðuflytingarkós, og hjá Horsens sær nú betri út aftur

Tað gongur ikki alt ov væl hjá teimum trimum føroysku spælarunum í Fremad Amager. Sunnudagin var Hjalgrím Elttør ikki í besta hópinum. Andrew av Fløtum var á beinkinum og slapp framat, tá ið tað restaðu 23 minuttir. Jann Ingi Petersen spældi fyrsta tíman, so varð hann skiftur út.
Fremad Amager vann 3?1 á botnliðnum B1913. Talan var um fyrsta sigurin á heimavølli í átta mánaðir. Stutt undan steðginum, tá ið støðan var 2?1, fekk Jann Ingi Petersen møguleika at økja um leiðsluna. Men stutt úr málinum tøvdi hann sambært heimasíðuni hjá felagnum eitt vet ov leingi, og so varð hann taklaður.
Í Vejle hava teir stórar ætlanir. Teir tosa um at byggja nýtt stadion fyri meiri enn hundrað milliónir, og teir hava fingið vinnuna í økinum at seta nógvar milliónir í felagið. Á vøllinum gongur tað skeiva vegin. Sunnudagin høvdu teir í Vejle vitjan av Silkeborg, sum er sannførandi oddalið. Hesa ferð vunnu teir 3?0. Næsta vikuskifti skal Silkeborg spæla ímóti Randers. Um teir vinna tann dystin, so verður leiðin hjá Silkeborg sløtt aftur í bestu deildina, sum teir í fjør fluttu niður úr.
Johan B. Hansen og Horsens hava í vár søplað trygga oddasessin burtur. Nú eru teir aftur omanfyri strikuna. Tað eru teir partvís, tí kappingarneytarnir úr Randers leygardagin bara megnaðu 2?2 ímóti Fredericia, og tí teir sjálvir í Århus vunnu 1?0 ímóti FC Aarhus, sum tykist vera á veg niður í triði bestu deildina. B1913 er longu fokið. Spurningurin er, um Vejle verður triði niðurflytarin.