Fíggjarlóg við undirskoti

Báður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, legði í gjár fram uppskotið til Løgtingsdfíggjarlóg. Hann roknar við einum undirskoti upp á góðar 276 milliónir

Reiíliga ein kvart milliard í undirskoti. Tað er úrslitið, Bárður Nielsen, landsstyrismaður við fíggjarmálum sá fyri sær, tá hann legði fíggjarlógina fyri 2004 fyri Løgtingið.
Undirskotið er mett til at verða 276,6 millionir krónur, verður sagt í almennu viðmerkingunum til fíggjarlógina, sum varð løgd fyri Løgtingið í gjár.
Inntøkurnar á fíggjarlógaruppskotinum eru mettar at geva 3 milliardir og 374 milliónir krónur, og útreiðslurnar 3 milliardir og 650 milliónir krónur.
Av inntøkunum verða skattir og avgjøld mett at geva 2 milliardir og 744 milliónir, og ríkisstuðulin er 630 miliónir.
Útreiðslurnar veðra býttar millum rakstur, sum er 3 miliardir og 362 milliónir, løguútreiðslur, sum eru 249 milliónir og rentuútreiðslur, sum eru settar til 39 milliónir.
Fíggjarmálaráðið ásannar, at hallið er alt ov stórt, men vísir á, at til ber ikki at gera tað øðrvísi undir teimum fyritreytum, sum givnar eru. Lækkandi konjunkturir eru orsøkin, sigur Fíggjarmálaráðið í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið.
Høvuðsorsøkirnar til hetta eru tvær, verður sagt. Tær eru lækkandi fiskaprísir á heimsmarknaðinum og ILA sjúkan, sum gjørdi um seg í føroysku alivinnuni. Eisini hevur lági dollarakursurin verið viðvirkandi til gongdina, verður sagt.
Peningurin, sum brúkast skal á fíggjarlógini, er raðfestur í stóran mun til almanna- og heilsumál. Høvuðsraðfestingarnar fara til eldrarøkt og serforsorg. Býli til heimleys. Nýggja bygningin á Landssjúkrahúsinum. Kommunulæknaútbúgving og -skipanina. Tiltøk at basa fiskasjúkum. Havbúnaðarroyndir og jarðfrøðiligar kanningar, verður sagt í viðmerkingunum.
Íløgurnar, sum gjørdar verða, eru tær flestu tær somu sáttmálabundnu, sum vóru í uppskotinum hjá undanfarnu samgongu, sigur Fíggjarmálaráðið í viðmerkingum sínum til fíggjarlógaruppskotið.