Rør teg ? tað loysir seg

Giktafelag Føroya ger í hesum døgum eitt stórt upplýsingartiltak um týdningin av at røra seg. Felagið mælir øllum til at gera eina íløgu í framtíðina við at røra seg meira

Við slagorðinum, ?Rør teg ? tað loysir seg?, hevur Giktafelag Føroya latið prentað 5 faldarar, um hvønn týdning tað hevur fyri heilsuna at røra seg.
                      Fýra av hesum faldarum, verða um dagarnar sendir út um alt landið til støð, har Gitkafelagið metir tað vera gagnligt at faldarin er at finna, eitt nú á apotekum, sjúkrakassum og læknahølum.
               Faldararnir geva góð ráð, um tú hevur smávegis trupulleikar við gikt. Men ikki minst eru hesir útgivnir, tí tað hevur stóran týdning, at tey, sum er plágaði av gikt, røra seg.  Aftrat tí, eru faldararnir ein eggjan til øll um at verða aktivari og gera nakað fyri at bøta um heilsuna.
               Seinni í heyst kemur ein faldari út aftrat, og í honum er ein venjingarskrá, sum øll kunnu nýta, eisini fólk sum hava gikt.
               Felagið sendir eisini øllum 3. flokkum í Føroyum ein faldara um rulluskoyting, umframt eina plakat, sum flokkurin kann hava hangandi inni í skúlastovuni.
Boðskapurin við hesum faldaranum og plakatini er, at tað  er eisini góð og gagnlig mótión at renna á rulluskoytum. Tað er stuttligt at renna á rulluskoytum, og tí kann spæl eisini teljast við í ta tilmæltu dagligu motiónina, sum er tilrádd í dag.
 At røra seg meira, er at gera eina  íløgu í framtíðina. Giktafelagið mælir øllum til sjálvi at gera nakað fyri heilsuna.
- Okkara fremsta mál má vera at hava ábyrgd fyri egnari heilsu og fyribyrgja har, vit kunnu, sigur Giktafelag Føroya at enda í tíðindaskrivi, sum er sent fjølmiðlunum.
Stuðlað tiltakinum hava Fyribyrgingarráðið og Happadráttargrunnurin.