Høgni Hoydal
?????????????
Í øllum rokinum um útlendingamál í Føroyum, má tað standa øllum greitt, at vit eiga at taka ábyrgd av útlendingamálum í Føroyum.
Ongin tykist at hava ábyrgdina og veruliga innlitið í málini um útlendska arbeiðsmegi í Føroyum. Bæði politiska viðgerðin og orðalagið í fjølmiðlum ber nú týðiliga brá av, at stórur mannamunur verður gjørdur. Tað er óvirðiligt og mannminkandi at hoyra, at til dømis Føroya Arbeiðarafelag sigur seg ikki vilja taka hond um sínar limir í Skálavík, tí teir eru útlendingar.
Í mínari flaggrøðu í Kollafirði segði eg m.a. hetta:
"Merkið okkara má ímynda mannarættindi og javnbjóðis virðing fyri øðrum. Annars verður Merkið innantómt og fer bara at snúgva seg um okkum sjálv. Tá fer Merkið ikki at ímynda tjóðskap, men tjóðskaparí.
Og eg skal erliga viðganga, at eg gerist als ikki errin av føroyskum tjóðskaparvirðum, tá eg hoyri um fremmandafólk í Føroyum, ið verða viðfarin sum kríatur og har føroyskir fakfelagsleiðarar tosa um tey, eins og vóru tey verri fólk enn føroyingar.
Tað eru eisini slík virðir, ið Merkið kemur at umboða, um vit ikki tala at og broyta hesa framferð."
Eg vil staðiliga mæla til, at tann avtalan, sum undanfarna landsstýri gjørdi við danska ráðharran í útlendingamálum, verður sett í gildi.
Hon snúði seg bæði um eina smidliga og greiða skipan fyri ítróttarfólk og um greiðar mannagongdir fyri aðra útlendska arbeiðsmegi, so forðast kann fyri skipaðum menniskjahandli, lønardumping og ójøvnum rættindum á arbeiðsmarknaðinum.
Og eg vil staðiliga mæla til, at arbeiðið at yvirtaka málsøkið útlendingamál, heldur fram.