Tíðindaskriv:
Bárður Dal Christiansen er ein fascinerandi listamaður. Hann er heilt egin og telist millum best umtóktu listafólkini í Føroyum. Hansara motiv, kompositiónir og litsamansetingar eru fantastiskar. Og tað er ikki uttan orsøk, at hansara verk javnan enda í mótabløðum og eru vorðin ein partur av tíðarandanum, vit liva í.
Bárður hevur roynt tað mesta innan list: frá veggmálaríum og graffitti til súrepli, landsløg og portrettmálarí. Seinastu árini hevur hann veruliga funnið sína rødd, har kvalitetur og fantastisk góð list eru lyklaorðini.
Bárður er ikki bangin fyri at ganga sín egna veg. Hann torir at bjóða av. Ein djarvur listamaður, ið ger tað 100% á sín egna hátt. Og tað er tí, vit elska mannin við stóra skegginum og bøllahattinum.
Og sjálvandi – í besta Bárður-stíli – hevur hann fingið eitt tað størsta stjørnuskotið í Føroyum at framføra. Tað er ongin annar enn Bolstad, hip hop-sensatiónin sum tók alt Føroyar við stormi á Sement við beinraktum tekstum og fangandi beatum. Akkurát sum Bárður, so ballar Bolstad einki inn. Hetta er beint frá livrini.
Um tú ert meir til rokk, so kemur Son of Fortune eisini at framføra nøkur skitin, hart rokkandi løg.
Og tað endar ikki har. DJ Knýtil, ein meistari í at skapa góðan stemning og fanga fjøldina, kemur at diska.
Hetta er tað perfekta startskotið til tín, sum ætlar tær á Voxbotn. Kom framvið, fá tær okkurt til livrina, góman, eygu og oyru.
Vit byrja leygardagin 28. juni kl. 16 í Gallarí Havnará – og vit síggjast har!
##med2##