aðrastaðni. Arbeiðsloysi er framhaldandi omanfyri miðal. Serliga í sunnaru helvt av Suðuroynni. Tað er nú ikki bara í útjaðaranum at arbeiðsloysi er stórt. Í høvuðsstaðnum er eisini stórt arbeiðsloysi [...] arbeiðsloysi. Ein av orsøkunum, sum í hvussu er er galdandi í høvuðsstaðnum er, at tað eru ov fá ansingarpláss. Foreldrini skulu velja hvør teirra skal sita heima, um tey ikki fáa ansingarpláss til tey smáu [...] smáu og tá fellur valið ofta á mammuna. Um hetta er rætt ella skeivt, skal verða ósagt, men tað er eitt val, sum foreldrini gera, óiva við fyrst at hyggja eftir lønarkekkinum og ambitiónunum og menninir ofta
eitt hopp í seinastu viku, men tað var bara eitt hopp, tí hetta vikuskifti var aftur friðarligt har. Ikki tí, løgreglurmenninir eru eins fegnir um friðin og aðrir føroyingar - men tað hevur verið merkiliga [...] sovið á støðini, men tað er einki óvanligt í tí. Úr Runavík sigur løgreglan at eisini har verði so stak friðarligt. Herverkini, sum vóru framd seinasta vikuskifti eru uppklárað og hetta vikuskiftið hildu ótangarnir [...] tó. Um hávlgum átta tíðina fríggjakvøldið hendi eitt ferðsluóhapp stutt innanfyri Skipanes. Ein bilur skuldi yvirhála ein annan, men rendi upp í reyvina á bilinum frammanfyri. Hvør orsøkin var er ikki
málinum. Talan var í allar mátar um eitt sera tætt samarbeiði millum landsstýrið og løgtingið. -Tað vísir seg, at hetta er heilt hildið uppat, og tað vit nú síggja er beint tann øvugta gongdin. [...] at teir vórðu boðsendir á fund um hetta málið seinasta fríggjadag, men hesin fundurin varð so útsettur til mikudagin. -Tað fyrikemur mær, at ætlanin hjá landsstýrinum er at kunna Uttanlandsnevndina so [...] landsstýrið ætlar og so einki meira. Fyrrv. løgmaður spyr um tað ikki er uppgávan hjá landsstýrinum at taka Uttanlandsnevndina við uppá ráð heldur enn bara at informera hana! Hann vísir annars á, at eitt samt
so er talan um meira enn at kunna nevndina. Har stendur beinleiðis, at landsstýrið skal ráðføra seg við nevndina. Tvs. at landsstýrið skal hava eina afturmelding frá nevndini um, hvat hon heldur um vi [...] spurningum í framtíðini? -Eg skal viðganga, at tíðin til at viðgera hetta stóra mál er ikki long, tí samráðingar skulu longu vera týsdagin. Og er tað so, at landsstýrið heldur, at tað bara skal kunna nevndina [...] snýr seg um stór mál, ið samráðast skulu um, og tað verður tí rættiliga nógv hjá nevndini at kunna seg við uppá stutta tíð, og tað verður eisini nógv at taka støðu til uppá stutta tíð. Hetta eru so tær
kunna fara undir hetta arbeiði. Anfinn Kallsberg sigur, at landsstýrið er samt um tað uppleggið, sum verður lagt fyri danir. Og tað, sum er við um sjálvsstýrismálið, er eitt ynski um, at danir til sína [...] talan er um sera stór og tung mál, sum verða fyri á fundinum týsdagin. Um tað eydnast at fáa eina semju eftir ein fund veit hann ikki. -Tað er kanska heldur ikki so avgerandi, men tað er í hvussu er okkara [...] hjá landsstýrinum er bæði at geva Uttanlandsnevndini allar neyðugar upplýsingar og at ráðføra seg við nevndina. Hetta stendur í Stýrisskipanarlógini. Har stendur tó ikki, at tað er Uttanlandsnevndin,
frá, at tað man fara at koma. Men tað er torført hjá teimum at fara til Sumbiar. Um teir skulu hugsa um annað, enn at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, so er alneyðugt hjá teimum at vinna í Sumba [...] liðið framvegis er fýra stig. Í fjør vístu vit fleiri ferðir á, at tá tað ríður um snarið, so vísir tað seg ofta, at tann, sum er best fyri, hevur eydnuna við sær. Í fjør sóu vit hetta fleiri ferðir hjá [...] megnaði meiri enn javnleik. Komandi vikuskifti er norðoyastevna, og tá er tørnið komið til KÍ at royna seg móti VB. HB skal inn á Toftir, har teir í fjør vunnu knúsandi stórsigur. Og um tvær vikur verður
í dystinum var størri enn sæð leingi. Fyri summar bleiv trýstið ov stórt, og teir fullu til ónollur og kjaftaslit heldur enn at spæla fótbólt. Dysturin var eisini á vippuni, tí um B36 hevði komið upp á [...] havnarfeløgini B36 og HB upp gjøgnum tíðirnar. At nógv stendur upp á spæl í hesum dystunum, er lítið yvir at dylja. Hetta eru feløg, sum hava gott samstarv á nógvum økjum, men eisini gamalt agg sínámillum, sum [...] Spælararnir leggja ikki so nógv í tað ? teir royna at konsentrera seg um at spæla fótbólt ? men millum summi av viðhaldsfólkunum er einki at fara skeivur í, tá sagt verður, at viðurskiftini ikki altíð eru
vøllinum, og tað eydnaðist at javna í yvirtíðini. Pauli Jarnskor lobbaði sera hegnisliga upp um Gunnar á Steig, og so var dysturin liðugur og nógvu klaksvíkingarnir kring vøllin, sum lívgaðu væl um Telefonverkið [...] Jacobsen tvær ferðir einsamallur við málverjanum. Alt hetta virkaði við til, sjálvt um kalda høgættarlotið oman gjøgnum dalin var frískt, at talan var um ein fínan fótbóltsdyst! jh [...] foldaði seg út. Teir vístu so stórt hugflog, sum ikki er sætt, síðani teir vunnu FM heitið í 1991. Álopsspælið var gott í tøttum samanspæli, við skiftum um vøllin og við yvirlappingum í borðunum og stikkbóltum
leikbannið í næsta dysti, uttan mun til um talan er um steypadyst ella landskappingardyst). B36 viðhaldsfólkini halda, at talan var um eitt nógv grovari brot á reglarnar, enn tað, sum dómarin sigur, at tað var [...] r, og so er einki meiri at tosa um tað, sigur Jens Erik Magnussen, formaður í kappingarnevndini. Mannagongdin er, at FSF í tílíkum førum heitir á partarnar, sum málið snýr seg um, og biður um eina frágreiðing [...] vit at taka avgerð um, hvat meiri skal henda í málinum, men tað er heilt greitt, at vit kunnu ikki lata sovorðið fara aftur við borðinum uttan nakað. Men hvat fara tit at gera við hetta? ? Sum eg segði,
flytingini verður hetta síðsta ikki veruleiki í ár. Altjóða luttøkan Men eitt er kappingin um løgmanssteypið. Nakað annað er kappingin fyri at fáa rætt at taka lut í altjóða fótbólti. Hetta hevur nógv størri [...] størri týdning enn heiðurin at vinna, sjálvt um hann framvegis er stórur ? ikki minst tá tað eru klaksvíkingar og havnarmenn, sum kappast innanhýsis! Men atgongumerkið til Europa Cup er uppaftur týdningarmiklari [...] teir, um annað av hesum liðunum stendur við FM steypinum og harvið rættinum at taka lut í Europa Cup, tá landskappingin verður liðug fyrsta vikuskiftið í oktober. Men enn eru nógv stig at spæla um í tí