Tað er uppgávan hjá KÍ at syrgja fyri, at tað eisini komandi ár verður kappast um løgmanssteypið. Klaksvíkingar eru teir einastu, sum kunnu syrgja fyri, at HB ikki vinnur steypakappingina í ár. Vinnur HB, so hava teir vunnið løgmanssteypið fýra ferðir, síðani farið varð at kappast um tað í 1989, og so eiga teir tað til ognar. Vinnur KÍ, so eru teir javnir við HB ? bæði feløgini eiga tá tríggjar aktiur í steypinum ? og so heldur kappingin fram í hvussu so er eitt ár afturat.
HB og KÍ hava eina ferð áður spælt finalu um løgmanssteypið. Tað var 12. august í 1992. Í einari ikki serliga væl spældari finalu vann 1-0, og tað var núverandi HB formaðurin, Gunnar Mohr, sum skoraði einasta málið.
Nývaldi løgmaðurin, Annfinn Kallsberg, skal longu mikukvøldið 17. juni fyri fyrstu ferð handað løgmanssteypið. Sum tað varð sagt í blaðnum fríggjadagin, so hevur FSF gjørt av, at framskundað finaluna, sum skuldi vera sunnudagin 5. juli, tí graslíkið á ovara vølli í Gundadali skal skiftast í summarsteðginum.
Vanliga hevur finalan verið fyrst í august, men tá teir løgdu kappingina í ár til rættis í FSF varð hetta broytt, tí tað varð mett at vera størri møguleiki fyri betri fótbóltsspæli fyri summarsteðgin enn beint eftir summarsteðgin, og tað varð mett at vera passandi, at finalan markeraði endan á fyrra parti av fótbóltsárinum. Við flytingini verður hetta síðsta ikki veruleiki í ár.
Altjóða luttøkan
Men eitt er kappingin um løgmanssteypið. Nakað annað er kappingin fyri at fáa rætt at taka lut í altjóða fótbólti. Hetta hevur nógv størri týdning enn heiðurin at vinna, sjálvt um hann framvegis er stórur ? ikki minst tá tað eru klaksvíkingar og havnarmenn, sum kappast innanhýsis!
Men atgongumerkið til Europa Cup er uppaftur týdningarmiklari, og tað kann gott fara at vísa seg, at við at røkka finaluni í steypakappingini hava bæði HB og KÍ vunnið sær pláss úti í Europa.
Tað hava teir, um annað av hesum liðunum stendur við FM steypinum og harvið rættinum at taka lut í Europa Cup, tá landskappingin verður liðug fyrsta vikuskiftið í oktober. Men enn eru nógv stig at spæla um í tí kappingini, og tað er einki at ivast í, at bæði HB og KÍ fara at gera alt, sum stendur í teirra makt, fyri longu 17. juni at tryggja sær atgongumerki út í Europa.
jh