Í góðveðrinum fríggjakvøldið frøddu fótbóltshugað í Gundadali seg um ein fínan fótbóltsdyst við stórum spenningi, góðum spæli og fýra málum, tá grannafeløgini B36 og HB hittust í seinnu semifinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Sutt fyri leiklok stóðst ein støða, sum formaðurin i kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum, Jens Erik Magnussen, sigur, heilt víst fer at hava eitt eftirspæl við sær fyri venjaran hjá B36, Tomislav Sivic.
Støðan stóðst av, tá Allan Mørkøre, HB, eitt korter fyri leiklok bresti saman við Egin Høgnesen, málverjan hjá B36, sum fór so ógvusliga um koll, at hann noyddist at taka seg úr dystinum við skaða í økslini.
Dómarin bríkslaði fyri frísparki til B36 og gav Allani Mørkøre gula kortið, og í frágreiðing til FSF sigur hann, at kortið varð givið fyri at ?koma brøkpartar av einum sekundi ov seint við einari takling?.
B36 viðhaldsfólkini sóu tilburðin øðrvísi enn dómarin hevur orðað tað, sum hann sá, og tey vóru uppøst, tí tey hildu, at tað var heilt eyðsýnt, at HB maðurin var so nógv ov seinur við sínari roynd.
Tomislav Sivic, venjarin hjá B36, tók søkina í egnar hendur. Venjarin var ikki á dómaraseðlanum, tí hann hevur skaða at dragast við. Men tað helt honum ikki aftur í at renna teir umleið fjøruti metrarnar inn á vøllin og at gera eina roynd at geva Allani Mørkøre tann avsmurningin, sum venjarin mundi halda, at hann hevði uppiborið, men sum dómarin hevði sektað við einum gulum korti.
Dómarin gav venjaranum reyða kortið, og hann var ikki á beinkinum, tá B36 og B68 spældu 2. hvítusunnudag.
Púra burturvið
Formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF dylur ikki, at hann heldur tað, sum venjarin gjørdi, vera fullkomuliga burturvið:
? Vit síggja upp á hatta við sera stórum álvara. Í fyrstu atløgu boðaðu vit frá, at maðurin kundi ikki vera á beinkinum, tá B36 spældi í landskappingini 2. hvítusunnudag. Í hesi vikuni og í seinasta lagið hósdagin fara vit at taka avgerð um, hvat meiri skal henda í málinum, men tað er heilt greitt, at vit kunnu ikki lata sovorðið fara aftur við borðinum uttan nakað.
Men hvat fara tit at gera við hetta?
? Sum eg segði, so fara vit at taka eina avgerð í vikuni. Tá vit viðgera eina tílíka søk, so hyggja vit eftir, um tað eru nøkur fordømi, og hvussu vit hava taklað tær søkirnar. Men at tað er sera álvarsamt, og at tað eigur at fáa víttfevnandi avleiðingar, tá ein venjari ber seg soleiðis at, tað ivist eg onga løtu í, staðfestir Jens Erik Magnussen.
Málið og avleiðingarnar fer hann at viðgera, meðan hann er í Estlandi. Formaðurin í kappingarnevndini fór seinnapartin í gjár saman við landsliðnum til Estlands.
Avgreitt í vikuni
Løtu aftaná, at hann hevði fingið gula kortið fyri samanbrestin við Egin Høgnesen, fekk Allan Mørkøre eitt gult kort afturat, og so varð hann sendur av vøllinum.
Seinna gula kortið fekk landsliðsmaðurin fyri at brúka seg, og avleiðingin av hesum kortinum var, at leikbannið, sum eftir fyrra gula kortið (tað triðja í steypakappingini í ár) hevði verið í steypafinaluni móti KÍ (gul kort givin í steypakappingini telja bara í tí kappingini), varð flutt til landskappingardystin móti VB 2. hvítusunnudag (reyð kort skulu sektast við leikbannið í næsta dysti, uttan mun til um talan er um steypadyst ella landskappingardyst).
B36 viðhaldsfólkini halda, at talan var um eitt nógv grovari brot á reglarnar, enn tað, sum dómarin sigur, at tað var?
? Dómarin hevur tikið eina støðu, sum hann hevur latið okkum sína frágreiðing, og hana taka vit til eftirtektar, og so er einki meiri at tosa um tað, sigur Jens Erik Magnussen, formaður í kappingarnevndini.
Mannagongdin er, at FSF í tílíkum førum heitir á partarnar, sum málið snýr seg um, og biður um eina frágreiðing frá teimum, áðrenn støða verður tikin. Partarnir í málinum hava møguleika fyri at skjóta eina avgerð, sum kappingarnevndin hevur tikið, inn fyri dómsnevndina.