Koyrdi út av í Kollafirði

Enn er onkur, sum heldur seg til at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Ein teirra var heppin, tá hann fór út av vegnum í Líðini í Kollafirði. Annars var vikuskiftið stak friðarligt um alt landið, siga løgreglustovurnar kring landið

Teir sita og klóra sær í nakkanum á teimum ymsu løgreglustovunum kring landið.

Tað hevur verið so stak friðarligt í seinastuni at løgreglan nærmast hevur verið arbeiðsleys.

Eysturoyggin gjørdi eitt hopp í seinastu viku, men tað var bara eitt hopp, tí hetta vikuskifti var aftur friðarligt har.

Ikki tí, løgreglurmenninir eru eins fegnir um friðin og aðrir føroyingar - men tað hevur verið merkiliga friðarligt, tíbetur.

Nú styttist av álvara til summarstevnurnar fara at byrja og tá verður í hvussu er meira at gera - friðarligt ella ófriðarligt.

Av høvuðsstøðini í Havn sigur vakthavandi, at tað hendi eitt ferðsluóhapp í Kollafirði sunnumorgunin.

Bilførarin, sum var ávirkaður av rúsdrekka, megnaði ikki at halda bilin á vegnum og fór út av vegnum í Líðini.

Blóðroynd varð tikin av føraranum og hann verður eftir øllum at døma skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Annars hevur einki verið út yvir tað vanliga. Onkur, sum ikki hevur vunnið upp hús hevur sovið á støðini, men tað er einki óvanligt í tí.

Úr Runavík sigur løgreglan at eisini har verði so stak friðarligt.

Herverkini, sum vóru framd seinasta vikuskifti eru uppklárað og hetta vikuskiftið hildu ótangarnir seg í skinninum.

Men okkurt hendi tó.

Um hávlgum átta tíðina fríggjakvøldið hendi eitt ferðsluóhapp stutt innanfyri Skipanes. Ein bilur skuldi yvirhála ein annan, men rendi upp í reyvina á bilinum frammanfyri.

Hvør orsøkin var er ikki greitt enn, men tað er okkurt sum bendir á at ferðin hevur verið nakað høg.

Sunnudagin var ein maður tikin fyri at koyra við kenning. Men tað var ikki nóg mikið við at koyra við kenning, hann hevði einki koyrikort heldur, so hann frættir frá løgregluni aftur - tað er vist.

Leygardagin hendi eisini ferðsluóhapp á Skála. Ein bilur skuldi bakka út úr eini garagu, men førarin hevur neyvan hugt nóg væl eftir, tí ein bilur, sum var á veg út á Strendur rendi upp í reyvina á honum.

Eingin av hinum støðunum hevur nakað at greiða frá.

Vakthavandi á støðini á Tvøroyri sigur at tað keðiligasta sum hendi har suðuri hetta vikuskiftið var:

? At VB ikki kláraði at halda tørn ímóti HB í fyrradagin