Anfinn Kallsberg, løgmaður heldur ikki, at Uttanlandsnevndin hevur nakra orsøk til at bera ótta fyri, at landsstýrið ikki fer at ráføra seg við hana undan samráðingunum við danir í næstu viku. Hann vísir á, at limirnir í nevndini hava fingið nógv tilfar og samtíðis atgongd til serfrøðingabólkin hjá landsstýrinum fyri at kunna seg við alt málið.
-Politikkurin hjá landsstýrinum er bæði at geva Uttanlandsnevndini allar neyðugar upplýsingar og at ráðføra seg við nevndina. Hetta stendur í Stýrisskipanarlógini. Har stendur tó ikki, at tað er Uttanlandsnevndin, sum skal standa fyri samráðingum við aðrar. Nevndin skal siga sína meining um tað, sum landsstýrið ætlar sær at gera.
Samráðingarnar við danir eru ásettar at verða týsdagin 9. juni. Høgni Hoydal, landsstýrismaður segði við Dag og Viku fríggjakvøldið, at samráðingarnar týsdagin verða ikki bert at fevna um bankaendurgjald, skuldarspurningin og blokkin. Tær skulu eisini slóða fyri arbeiðinum at stovna ein føroyskan stat. Hann vísti á, at landsstýrið undir samráðingunum í næstu viku eisini fer at stinga út í kortið kósina, sum skal føra til, at ein føroyskur statur verður stovnaður.
Anfinnur Kallsberg, løgmaður sigur við Sosialin, at hann dugir als ikki at síggja nakra orsøk til eisini at taka henda spurningin upp á fundinum týsdagin og vísir til, at landsstýrið enn einki hevur fyrireikað á hesum øki. -Tað einasta, sum tikið verður uppí, er, at vit fara at nevna fyri dønum, at vit ætla okkum at venda aftur til tað málið í seinni samráðingum. So tað verða ongar samráðingar um suverenitet í hesum umfarinum.
-Men soleiðis sum Høgni Hoydal legði tað út í sjónvarpinum fríggjakvøldið, verður sjálvstýrisspurningurin ein partur av samráðingunum longu nú týsdagin!
-So skal hann hava eitt uppskot um, hvussu tað skal síggja út. Mær vitandi hevur hann einki klárt um eina politiska og búskaparliga uppgerð við Danmark. Tað er so heldur ikki viðgjørt. Vit skulu fyrst hava løgtingið at samtykkja, at vit yvirhøvur kunna fara undir hetta arbeiði.
Anfinn Kallsberg sigur, at landsstýrið er samt um tað uppleggið, sum verður lagt fyri danir. Og tað, sum er við um sjálvsstýrismálið, er eitt ynski um, at danir til sína tíð fara at viðgera tað málið positivt. Og tað hava teir longu givið tilsøgn um.
Løgmaður sigur annars, at samráðingarnar fara fyrst og fremst at snúgva seg um at viðgera mál, ið hava ein akuttan tørv á at verða loyst.
-Hvat viðvíkur ríkisrættarliga spurninginum, so er tað fyrsta, sum hendir á tí økinum, at Føroya løgting skal samtykkja at fara undir samráðingar við donsku stjórnina um at fyrireika hasi tingini. Tann samtyktin er enn ikki gjørd í løgtinginum. Eftir tað skulu vit til at fyrireika okkum væl og virðiliga fyri at finna út av, hvat vit í heila tikið skulu samráðast við danir um.
-Tað eru helst teir føroyingar, sum í dag standa og yppa øksl og óttafullir spyrja, um loysingin nú verður kroyst niður yvir høvdið av tjóðveldisflokki og fólkaflokki, uttan at spælt verður við opnum kortum?
-Tað verður tað als ikki. Einki fer at henda á hesum øki uttan, at fólkið er spurt fyrst. Har verða ikki færri enn tvær fólkaatkvøður um hesar spurningar, so eingin eigur at bera ótta fyri, at nakað verður kroyst niður yvir høvdið á fólki. Tað verður ein fólkaatkvøða um tann nýggja sáttmálan millum Føroyar og Danmark, og tað verður ein fólkaatkvøða um ta føroysku grundlógina.
Anfinn Kallsberg sigur, at tað ber sjálvandi til at sáa split og misálit og gera fólk bangin. -Men tey hava einki at óttast, tí tað hendir einki uttan teirra egna vilja.
Málini
Løgmaður sigur, at primera málið undir samráðingunum er bankaendurgjaldið, ein skuldaravtala og ein avtala um blokkin fyri 1999. Haraftrat koma Fíggingargrunnurin og Framtaksgrunnurin, Skipasýnið, innlit í Fíggjareftirlitið og síðani verður sjálvandi eisini sagt, at landsstýrið vónar, at danir vilja viðgera spurningin um suverenitetin ella broytt viðurskifti í ríkisfelagsskapinum, tá tað málið kemur á dagsskránna. Og tað verður sum sagt ikki fyrr enn løgtingið hevur viðgjørt tað og málið síðani er væl fyrireikað.
Í samrøðuni við SvF fríggjakvøldið nevndi Høgni Hoydal eisini, at meðan trupulleikin seinastu árini hevur verið, at danir hava havt buktina og báðar endar í samráðingunum við føroyingar, so verða hesar samráðingar nú meira javnbjóðis, tí landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa politiskar broytingar við inn í samráðingarnar.
Hann vísti eisini á, at meðan stóra skuldin hjá føroyingum hevur givið donsku stjórnina góð kort á hondina undir samráðingunum, so hava føroyingar nú fingið eitt rættarmál í bankasakini at brúka til at leggja trýst á stjórnina við. Bara landsstýrið kann taka hetta rættarmálið aftur.
Uppá fyrispurning um landsstýrið fer at brúka rættarmálið sum jarnbrot í samráðingunum sigur løgmaður, at tað, sum liggur í hesum, er, at vit hava eina rættarsak koyrandi. Men báðir partarnir eru samdir um heldur at finna eina politiska loysn. Og eru partarnir ikki førir fyri tí, so stendur sakin har. -Vit fara ikki at taka sakina aftur uttan so, at tað verður gjørd ein politisk semja.
Løgmaður ásannar, at talan er um sera stór og tung mál, sum verða fyri á fundinum týsdagin. Um tað eydnast at fáa eina semju eftir ein fund veit hann ikki. -Tað er kanska heldur ikki so avgerandi, men tað er í hvussu er okkara vón, at vit fáa eina bæði skjóta og góða avtalu.
Nú vit ikki longur hava kollegialt stýri men har hvør landsstýrismaður avger einsamallur, hvat verður gjørt á sínum øki spurdu vit Anfinn Kallsberg, um hettta merkir, at Høgni Hoydal koyrir sjálvstýrismálini suverent og at møguleiki tá er fyri, at løgmaður ikki veit, hvat fyrigongur á hansara málsøki?
-Tað ger hann ikki. Løgmaður hevur ábyrgdina mótvegis løgtinginum í øllum hasum málunum, sum viðvíkja viðurskiftunum millum Føroyar og onnur lond. Tað stendur púra greitt í samgonguskjalinum, at landsstýrismaðurin skal arbeiða við málinum og fyrireika hatta.
-Kundi tað ikki einsvæl verið ein embætismaður, sum tók sær av hesum arbeiðinum heldur enn ein landsstýrismaður?
-Tað eru tykkara orð.
-Men kundi ein embætismaður gjørt hetta arbeiði einsvæl og ein landsstýris-maður?
-Tað meti eg nú ikki. Tí tað er sjálvandi nógvur politikkur í øllum hasum.