Sum ein maður til Danmarkar

Jóannes Eidesgaard, formaður í Uttanlandsnevndini er ikki heilt samdur við Edmund Joensen um, at landsstýrið roynir at skáka sær undan Uttanlandsnevndini og andstøðuni, nú farið verður undir samráðingar við danir

Jóannes Eidesgaard, formaður í Uttanlandsnevndini er ikki heilt samdur við Edmund Joensen um, at landsstýrið roynir at skáka sær undan Uttanlandsnevndini og andstøðuni, nú farið verður undir samráðingar við danir.

-Fundur skuldi vera fríggjadagin, men eg havi skilt, at landsstýrið hevur verið undir tíðartrýsti og bóðu teir okkum um at útseta fundin til mikudagin. Og tað hava vit góðtikið.

-Men ber tú sum formaður í Uttanlandsnevndini nakran ótta fyri, at landsstýrið bert fer at informera nevndina og als ikki taka hana við uppá ráð í týðandi spurningum í framtíðini?

-Eg skal viðganga, at tíðin til at viðgera hetta stóra mál er ikki long, tí samráðingar skulu longu vera týsdagin. Og er tað so, at landsstýrið heldur, at tað bara skal kunna nevndina við tað, sum tað arbeiðir við, so kann vera, at tað heldur tíðina vera ríkiliga langa. Men soleiðis, sum eg lesi stýrisskipanarlógina, so er talan um meira enn at kunna nevndina. Har stendur beinleiðis, at landsstýrið skal ráðføra seg við nevndina. Tvs. at landsstýrið skal hava eina afturmelding frá nevndini um, hvat hon heldur um viðurskiftini.

Jóannes Eidesgaard viðgongur, at tíðin hjá Uttanlandsnevndini er sera stutt til at kunna viðgera eitt so stórt mál. Hann vísir m.a. til, at fýra av limunum í Uttanlandsnevndini eru heilt nýggir og hava ikki verið í tinginum í heila tikið síðsta valskeið.

-Tað snýr seg um stór mál, ið samráðast skulu um, og tað verður tí rættiliga nógv hjá nevndini at kunna seg við uppá stutta tíð, og tað verður eisini nógv at taka støðu til uppá stutta tíð. Hetta eru so tær sømdir, sum landsstýrið gevur okkum í løtuni.

Spurdur um hann er nøgdur við hetta sigur formaðurin í Uttanlandsnevndini, at hann noktar at trúgva, at landsstýrið við vilja roynir at skerja møguleikarnar hjá nevndini at viðgera málið. -Men eg skal viðganga, at tíðin er dekan ov stutt til nakra reella politiska viðgerð av málinum. Hinvegin er landsstýrið neyvan heldur áhugað í at fáa uppleggið til samráðingarnar koldømt av Uttanlandsnevndini.

Jóannes Eidesgaard sigur tað annars vera ynskjandi, at landsstýrið hevur eitt væl funderað politiskt upplegg at fara til Danmarkar við - og sum eisini eitt samt ting kann standa aftanfyri.

-Í fyrsta umfari velji eg at hugsa positivt um viljan hjá landsstýrinum at taka andstøðuna við. Í hesum føri hava vit so frá mikudegi til og við sunnudag at viðgera málið. Men eg eri samdur í, at skotbráðið hjá Uttanlandsnevndini er stutt, og tað krevur tí eina sera virkna nevnd til at koma við eini kvalifiseraðari meting av upplegginum hjá landsstýrinum.

Formaðurin í Uttanlandsnevndini mælir annars landsstýrinum til at taka við sær tann førning til samráðingarnar við danir: at kunna siga, at uppleggið er ikki bara nakað, sum landsstýrið gongur inn fyri men nakað, sum eitt samt løgting tekur undir við.

-Latið okkum nú síggja, hvat teir ætla. Enn kenna vit tað ikki til fulnar. (Hesar báðar samrøðurnar vórðu gjørdar fríggjamorgunin í farnu viku, blaðm.)