Vit eru øll greið yvir, at tað ganga fólk í hesum landið, sum ikki hava nakað at takast við.
Tey eru arbeiðsleys. Antin tí at tað ikki er brúk fyri teimum nakrastaðni ella tí, at tað teimum berst frá at fara út á arbeiðsmarknaðin av eini ella aðrari orsøk.
Í samband við at roknskapurin hjá ALS varð almannakunngjørdur, hava tey gjørt nakrar útgreiningar sum vísa hvussu býti á arbeiðsleysum er millum kynini. Og sigast má, at tølini tala sítt greiða mál.
Kvinnurnar í Føroyum eru fyri týðiligum vanbýti tá tað snýr seg um arbeiðsloysi.
Tann 1. mai í ár fingu 1200 fólk útgoldið arbeiðsloysisstuðul frá ALS.
Av teimum vóru 783 kvinnur og 417 menn. Tað vil siga, at dupult so nógvar kvinnur, sum menn, eru arbeiðsleysar.
Keðilig gongd
Tølini merkja, at 65 prosent av teimum arbeiðsleysu eru kvinnur og 35 prosent eru menn.
Samanlíkna vit við støðuna sum hon var í marts 1995, so sæst skilliga, at tað eru menninir, sum fáa arbeiði, meðan kvinnurnar verða hangandi eftir í arbeiðsloysisskipanini.
Í 1995 vóru umleið 55 prosent av teimum arbeiðsleysu menn. Síðan tá hava fleiri og fleiri menn fingið arbeiði og nú eru bert 35 prosent, av teimum arbeiðsleysu, menn.
Framgongd í
byggi og fiskivinnuni
Fara vit at leita eftir orsøkunum hví tað er statt sum tað er, so koma vit fram til at tað í fyrsta umfari eru mannfólkavinnugreinirnar sum hava havt stóra framgongd seinastu tíðina.
Tað hevur ikki verið serliga vanligt, at kvinnur hava starvast í byggivinnuni og tað hevur heldur ikki verið serliga vanligt, at kvinnur hava verið til sjós.
Tað er tó meiri enn so komi fyri, at kvinnur hava valt sjólívið, men tað er ikki nakað sum ávirkar hagtølini stórvegis tann rætta vegin teirra vegna - tíverri.
Hesatr vinnugreinir eru nú einaferð tær, sum seinastu árini hava hála nógv fólk burtur frá arbeiðsloysi, og tá kvinnurnar ikki eru tær sum fáa arbeiði, so verða tað menninir í staðin!
Suðuroyggin ringast fyri
Fara vit so at hyggja eftir hvaðani tey arbeiðsleysu búgva í landinum so síggja vit, at ein stórur parturin av teimum býr í Suðuroynni.
Víst er arbeiðsloysi fallið í Suðuroynni við, men har hevur alla tíðina verið serliga stórt arbeiðsloysi og tí merkist, sjálvt ein lutfalsliga stór broyting ikki so væl sum aðrastaðni. Arbeiðsloysi er framhaldandi omanfyri miðal. Serliga í sunnaru helvt av Suðuroynni.
Tað er nú ikki bara í útjaðaranum at arbeiðsloysi er stórt.
Í høvuðsstaðnum er eisini stórt arbeiðsloysi. Tað merkist ikki bara so væl, tí her eru so nógv onnur fólk, sum hava arbeiði.
Manglandi ansingarpláss
Tað kunnu sjálvsagt verða nógvar orsøkir til arbeiðsloysi. Ein av orsøkunum, sum í hvussu er er galdandi í høvuðsstaðnum er, at tað eru ov fá ansingarpláss.
Foreldrini skulu velja hvør teirra skal sita heima, um tey ikki fáa ansingarpláss til tey smáu og tá fellur valið ofta á mammuna.
Um hetta er rætt ella skeivt, skal verða ósagt, men tað er eitt val, sum foreldrini gera, óiva við fyrst at hyggja eftir lønarkekkinum og ambitiónunum og menninir ofta hægri løn og hava størri ambitiónir enn kvinnurnar.
Hetta leiðir okkum inn á eitt annað kjak, sum vit tó lata liggja í hesum føri.
Tað mangla í løtuni umleið 300 ansingarpláss í høvuðsstaðnum í løtuni og í restini av landinum er støðan heldur ikki ov góð.
Eitt rættiliga vanlig dømi á bygd er, at maðurin er til skips og konan er eftir heima við smábørnum. Eru eingin ansingarmøguleikar í bygdini, so ber heldur ikki til hjá mammuni at fara til arbeiðis. Fyri kvinnuna ein óheppin støða sum sigur okkum at tað í Føroyum enn er langt á mál, áðrenn tað tá arbeiði viðvíkur verður »líkarættur«.
Nógv ófaklærd
Í hagtølunum sum ALS hevur tikið fyri mai mánað í ár var eisini ein talva sum vísti útbúgvingarstøði hjá teimum arbeiðsleysu.
Her er støðan tann, at umleið 70 prosent av teimum arbeiðsleysu, eru ófaklærd, meðan bara umleið 30 prosent hava eina útbúgving.
Hetta eru ógvuslig tøl, men hjá ALS siga tey, at tað eru rættiliga fá útbúgvin fólk í skipanini.
? Kemur ein faklærdur inn, sum hevur eitt ávíst tilknýti til olju ella nakað í tann rætning, so nær viðkomandi ikki at gerast skrásettur í skipanini. Hann far arbeiði beinanvegin.