Búskapur Samanlagt fingu føroysku kommunurnar 107,2 milliónir í kassan í november mánaði, og tað eru 3,1 millión meira enn í november í fjør. Tíðaravmarkað frávik kunnu tó skeikla myndina fyri einstøku [...] , men ikki minst man tað vera hugaligt hjá klaksvíkingum at staðfesta, at meirinntøkan í mun til november mánað í fjør er yvir hálva millión krónur. Samanlgt fyri fyrstu 11 mánaðirnar er talan tó framvegis [...] framvegis um minniinntøku hjá kommununum. Samanlagt er inntøkan fyrstu 11 mánaðirnar í ár 31,5 milliónir minni, enn hon var í fjør. Eitt frávik, sum svarar til 2,62%.
Í hugnaligu bygdini við Borðoyavík hava fólk kunnað staðfest eina øking í fólkatalinum: Í 1986 var tað einans 15, men sum í summar var komið heilt uppá 96. Men um hugt verður eftir prosentum, er talan [...] øking: Heili 640 prosent, sum man nærkast meti í fólkavøkstri eftir føroyskum máti. Við seinastu uppgerð, sum varð gjørd í juli mánaði, vantaðu bert 4 fólk í tey 100 á Norðoyri. Hetta var samstundis níggju [...] til vøksturin á Norðoyri er, at grundøki hava verið tøk. Haraftrat kemur, at fólk nú eru flutt inn í nýggja íbúðarblokkin.
Í mars mánaði í ár handaði stjórin í felagnum Articon, Jón Sigurðsson, Runavíkar kommunu útstykkingina suður úr Hórheiðum á Skála. Tað er Articon, sum hevur staðið fyri arbeiðnum at byggja vegin til hesa [...] útstykking, sum í hesum føri fevnir um 27 grundstykki. - Av góðum grundum hava tey áhugaðu fregnast eftir skeytunum til hesi grundstykki, siga tey í Runavíkar kommunu. Men, mánamorgunin fekk kommunan í posti at [...] skeytini. - Farið er undir at avgreiða málini, og næstu dagarnar verða skeytini umsøkjarunum í hendi, siga tey í Runavíkar kommunu.
Hægsti dómstólurin í Egyptalandi hevur í einum nýggjum úrskurði staðfesti, at partar av broyttu vallógini í landinum, sum gera av, hvussu tjóðartingsval skal haldast, eru í stríð við egyptisku grundógina [...] forseti, ætlaði at fáa avgreidd í apríl mánaði. Dómstólurin kolldømir eitt nú eitt uppskot frá tjóðartinginum um, at taka burtur eitt forboð ímóti átrúnaðarligum slagorðunum í valstríðnum. Úrskurðurin hjá [...] hjá hægsta dómstólinum er fallin í góða jørð hjá andstøðuni í Egyptalandi, ið longu hevur forkastað lógaruppskotini og annars eisini hóttir við at boykotta valini, ætlanin er at halda.
landsliðið í fótbólti spæla ímóti Týsklandi í EM-undankapping. Dysturin verður spældur í býnum Kassel, sum liggur 160 kilometrar sunnan fyri Hannover. Týskland er oddalið í bólki 6, og fyrst í september [...] september mánaði vann Týskland 3-0 á Føroyum á Tórsvølli. Ta ferðina sást, at Týskland var eitt sera sterkt og væl spælandi lið, og tí er føroyska uppgávan týsdagin av teimum størstu, sum fáast kann í altjóða fótbólti [...] fótbólti. Tað ber til hjá áhugaðum at síggja dystin í sjónvarpi, tí sjónvarpsrásin Eurosport vísur dystin beinleiðis. Dysturin byrjar týsdagin kl. 17.30.
Ákæruvaldið í Los Angeles hevur ákært ein 13 ára gamlan drong fyri at hava kynt eldin, sum endaði sum ein stórur skógareldur nærhendis stórbýnum í síðsta mánaði. Myndugleikarnir hava í fyrra lagi ákært [...] ákært drongin fyri at hava sett eld á, og í øðrum lagi er hann ákærdur fyri at hava verið óskettin við eldi í einum skógi. Um somu tíð herjaði ein annar skógareldur uttan fyri Los Angeles. Hann oyðilegði næstan [...] næstan 70 hús, men tann 13 ára gamli drongurin er ikki ákærdur í sambandi við tann eldin, skrivar AP. Sambært kaliforniskari lóg kunnu fólk fáa upp í 25 ára fongsul fyri eldáseting.
ein nú hevur hagtøl fyri, er hvussu nógv tey eldru brúka alnetið í tí dagliga. Í februar mánaði í ár gjørdi Gallup-stovnurin eina kanning í hesum spurningi. Nú ber til at finna fram til ávís áhugaverd hagtøl [...] hagtøl út frá hesum. Og tað er júst ein partur av tí, sum verður lagdur fram í Tilhaldinum í Havn seinnapartin í morgin. Tá fer Kjartan Hoydal at gera viðmerkingar til úrslitini av hesi kanningini. Hann
Ein leygardagur í marts mánaði í fjør kundi verið tann seinasti hjá tí tá 19 ára gamla Dániali Bertholdsen. Á veg til Toftir fór bilurin útav vegnum, bóltaði oman gjøgnum fjørðina og endaði á sjónum - [...] - við Dániali í bilinum. Kjartan Højgaard, sum koyrdi har á leiðini tá, var skjótur í vendingini og bjargaði Dániali, sum hevði fingið stóran skaða. Hósdagin í farnu viku fekk Kjartan heiðurin at vera Ársins [...] Ársins Fyrstihjálpari 2013 fyri at veita Dániali fyrstuhjálp. Í Rás2 Seinnapartur í dag fara teir báðir at greiða frá hendingini og hvussu hon hevur ávirkað teir síðani. Rás2 Seinnapartur byrjar klokkan
ein stubba um, at krúnprinsaparið kemur til Føroya á vitjan í 2005. Ætlandi er ferðin sett at vera seinast í juni mánaði. Sjónvarpið segði seg í gjár hava fingið tíðindini váttað, men tað er ikki eydnast [...] meiri um ferðina. Men eftirsum krúnprinsaparið í summar var á vitjan í Grønlandi, saman við drotningaparinum, er kanska sannlíkt, at Mary krúnprinsessa í komandi ári skal sleppa at síggja seinasta partin [...] partin av danska kongaríkinum, nevniliga Føroyar. Koma tey, verður hetta væntandi váttað í nýggjárstaluni hjá drotningini. eys
Í juli mánaði fer Tora Tourist Office at halda reglulig kunnandi møti fyri útlendingar, sum koma í ferðaørindum. Ætlanin er at kunna um tiltøk og møguleikar í Føroyum. Útlendingar skulu kenna tann føroyska [...] "way of life," sum tikið verður til í tíðindaskrivi. Hetta skal gerast saman við ferðaleiðarum á Tora Tourist Office. Í hesum sambandi bjóðaði Tora Tourist til vælkomst í gjár, mánadagin. Umboð fyri Tora [...] instruktørur á guideskúlanum Service & Co. Uffe Helsing Andersen er rættur globetrottari. Hann hevur í tíggju ár ferðast kring heimspartarnar Europa, Afrika, Asia, USA og Suðuramerika. -hkm