Egyptiska vallógin kolldømd

Hægsti dómstólurin í Egyptalandi hevur í einum nýggjum úrskurði staðfesti, at partar av broyttu vallógini í landinum, sum gera av, hvussu tjóðartingsval skal haldast, eru í stríð við egyptisku grundógina.

Tí verður vallógin kolldømd, og tað merkir enn eina seinking av valunum, sum Muhammad Mursi, forseti, ætlaði at fáa avgreidd í apríl mánaði.

Dómstólurin kolldømir eitt nú eitt uppskot frá tjóðartinginum um, at taka burtur eitt forboð ímóti átrúnaðarligum slagorðunum í valstríðnum.

Úrskurðurin hjá hægsta dómstólinum er fallin í góða jørð hjá andstøðuni í Egyptalandi, ið longu hevur forkastað lógaruppskotini og annars eisini hóttir við at boykotta valini, ætlanin er at halda.