Ein leygardagur í marts mánaði í fjør kundi verið tann seinasti hjá tí tá 19 ára gamla Dániali Bertholdsen. Á veg til Toftir fór bilurin útav vegnum, bóltaði oman gjøgnum fjørðina og endaði á sjónum - við Dániali í bilinum.
Kjartan Højgaard, sum koyrdi har á leiðini tá, var skjótur í vendingini og bjargaði Dániali, sum hevði fingið stóran skaða.
Hósdagin í farnu viku fekk Kjartan heiðurin at vera Ársins Fyrstihjálpari 2013 fyri at veita Dániali fyrstuhjálp.
Í Rás2 Seinnapartur í dag fara teir báðir at greiða frá hendingini og hvussu hon hevur ávirkað teir síðani. Rás2 Seinnapartur byrjar klokkan 13.









