Búskapur
Samanlagt fingu føroysku kommunurnar 107,2 milliónir í kassan í november mánaði, og tað eru 3,1 millión meira enn í november í fjør.
Tíðaravmarkað frávik kunnu tó skeikla myndina fyri einstøku mánaðirnar, men ikki minst man tað vera hugaligt hjá klaksvíkingum at staðfesta, at meirinntøkan í mun til november mánað í fjør er yvir hálva millión krónur.
Samanlgt fyri fyrstu 11 mánaðirnar er talan tó framvegis um minniinntøku hjá kommununum. Samanlagt er inntøkan fyrstu 11 mánaðirnar í ár 31,5 milliónir minni, enn hon var í fjør. Eitt frávik, sum svarar til 2,62%.