Í juli mánaði fer Tora Tourist Office at halda reglulig kunnandi møti fyri útlendingar, sum koma í ferðaørindum. Ætlanin er at kunna um tiltøk og møguleikar í Føroyum. Útlendingar skulu kenna tann føroyska "way of life," sum tikið verður til í tíðindaskrivi. Hetta skal gerast saman við ferðaleiðarum á Tora Tourist Office.
Í hesum sambandi bjóðaði Tora Tourist til vælkomst í gjár, mánadagin. Umboð fyri Tora Tourst vóru Sámal Bláhamar og Uffe Helsing Andersen, sum er instruktørur á guideskúlanum Service & Co. Uffe Helsing Andersen er rættur globetrottari. Hann hevur í tíggju ár ferðast kring heimspartarnar Europa, Afrika, Asia, USA og Suðuramerika.
-hkm