So nógv týðir alnetið

Skal ein kunna greina nakað, er neyðugt við hagtølum. Eitt slíkt evni, ið ein nú hevur hagtøl fyri, er hvussu nógv tey eldru brúka alnetið í tí dagliga.

Í februar mánaði í ár gjørdi Gallup-stovnurin eina kanning í hesum spurningi.

Nú ber til at finna fram til ávís áhugaverd hagtøl út frá hesum. Og tað er júst ein partur av tí, sum verður lagdur fram í Tilhaldinum í Havn seinnapartin í morgin.

Tá fer Kjartan Hoydal at gera viðmerkingar til úrslitini av hesi kanningini.

Hann fer eisini at lýsa, hvørjir fyrimunir og vansar eru við netnýtsluni hjá teimum eldru borgarum okkara.