Sjónvarpið hevði týskvøldið ein stubba um, at krúnprinsaparið kemur til Føroya á vitjan í 2005. Ætlandi er ferðin sett at vera seinast í juni mánaði.
Sjónvarpið segði seg í gjár hava fingið tíðindini váttað, men tað er ikki eydnast Sosialinum at fáa hvørki váttað ella avsannað tíðindini. Tíansheldur at frætta meiri um ferðina.
Men eftirsum krúnprinsaparið í summar var á vitjan í Grønlandi, saman við drotningaparinum, er kanska sannlíkt, at Mary krúnprinsessa í komandi ári skal sleppa at síggja seinasta partin av danska kongaríkinum, nevniliga Føroyar.
Koma tey, verður hetta væntandi váttað í nýggjárstaluni hjá drotningini.
eys