Í hugnaligu bygdini við Borðoyavík hava fólk kunnað staðfest eina øking í fólkatalinum: Í 1986 var tað einans 15, men sum í summar var komið heilt uppá 96.
Men um hugt verður eftir prosentum, er talan um eina rættiliga ógvusliga øking: Heili 640 prosent, sum man nærkast meti í fólkavøkstri eftir føroyskum máti.
Við seinastu uppgerð, sum varð gjørd í juli mánaði, vantaðu bert 4 fólk í tey 100 á Norðoyri. Hetta var samstundis níggju fleiri enn við ársbyrjan.
Ein orsøk til vøksturin á Norðoyri er, at grundøki hava verið tøk. Haraftrat kemur, at fólk nú eru flutt inn í nýggja íbúðarblokkin.