Í mars mánaði í ár handaði stjórin í felagnum Articon, Jón Sigurðsson, Runavíkar kommunu útstykkingina suður úr Hórheiðum á Skála.
Tað er Articon, sum hevur staðið fyri arbeiðnum at byggja vegin til hesa útstykking, sum í hesum føri fevnir um 27 grundstykki.
- Av góðum grundum hava tey áhugaðu fregnast eftir skeytunum til hesi grundstykki, siga tey í Runavíkar kommunu.
Men, mánamorgunin fekk kommunan í posti at vita frá Umhvørvisstovuni, at nú er umsíðir klárt at senda teimum, sum ætla at byggja, skeytini.
- Farið er undir at avgreiða málini, og næstu dagarnar verða skeytini umsøkjarunum í hendi, siga tey í Runavíkar kommunu.