Drongur ákærdur fyri eldáseting

Ákæruvaldið í Los Angeles hevur ákært ein 13 ára gamlan drong fyri at hava kynt eldin, sum endaði sum ein stórur skógareldur nærhendis stórbýnum í síðsta mánaði. Myndugleikarnir hava í fyrra lagi ákært drongin fyri at hava sett eld á, og í øðrum lagi er hann ákærdur fyri at hava verið óskettin við eldi í einum skógi.

Um somu tíð herjaði ein annar skógareldur uttan fyri Los Angeles. Hann oyðilegði næstan 70 hús, men tann 13 ára gamli drongurin er ikki ákærdur í sambandi við tann eldin, skrivar AP.

Sambært kaliforniskari lóg kunnu fólk fáa upp í 25 ára fongsul fyri eldáseting.