soleiðis 3.200 pund á 30 línum, og mikudagin hevði hann 1.700 pund á 20. Støddin er toskur 1, 2 og 3, og hann letur væl at, hvussu fiskurin er í holdum. - Teinurin úr Fuglafirði og vestur á leiðirnar norður [...] misskilt, hvat tað var, hann var komin til. Einasta, hann hevði við sær umborð á Nesbúgvan, var eitt tjald, sigur fuglfirðingurin og brosar. Samson sigur, at hann sær ljóst upp á útróðurin. - Jú, eg haldi [...] 000 krónur í olju. Samson kryvir fiskin niður í ísvatn, og har liggur hann, til hann verður hivaður upp á bryggjuni í Klaksvík, har hann síðan verður seldur um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya. Í skúri
sum kom púrasta óvart á hana: Nú var samanlagt. Og nú var bara Fiskavirking eftir. Í øðrum heimum í Hvalba komu hesi tíðindini eisini óvart á, og tey mundu nú gruna, hvønn veg tað bar við flakavirkinum í [...] at vera trupult at hugsa um eina framtíð á hesum støðum. Ein teirra, sum varð uppsøgd í farnu viku, var Marianna Poulsen í Hvalba. Hon hevur í mong ár arbeitt á flakavirkinum í Hvalba, men kann nú skráseta [...] verið uttan arbeiði hevur hon ikki fingið tað stóra í lag. Hon hevur spurt seg fyri um nakað nýtt var at frætta um virkið og hon hevur sjálv verið á fundi í samband við hetta. - Nei, hetta hevur ikki verið
Hann hevur gávur, sum eru óvanligar. Hann er eitt lot, hann er eitt spegl av øllum, sum er uttan um hann, og kanska er tað júst hetta, hann vil sum yrkjari: gávumildur at endurgeva alt tað skiftandi og [...] heild havi eg verið væl móttikin. Mær dámar væl at fáa kritikk, hann er neyðugur, og eg havi tikið hann til eftirtektar, um eg føli, at hann er rættur. Eg havi onkuntíð fingið rættiliga negativan kritikk [...] ið Alexandur hevur yrkt, undir leiðslu av Marthu á Lakjuni. ----------- Á støðni er einki lív onkuntíð alduslettir Kyrt er í nátt Millum bátar ið standa á lunni er einans myrkrið eftir ið manar fram tað
nólsoyingarnir í síni áheitan á landsstýrismannin. Saman við teimum, sum hittu landsstýrismannin, var eisini nólsoyingurin, Róar Terjason Hansen, sum situr í koyristóli. Hann bar eitt skelti við áskriftini: [...] landsstýrismanninum spurningin, nær hann kundi fáa sonin heimaftur at vitja. Johan Dahl, landsstýrismaður, segði, at nólsoyingar væntandi fáa Ternuna aftur á hvítusunnu, eins og hann væntaði, at nýggja nólsoyarferjan [...] - Tað er gott at búgva í Nólsoy, men óskilið á ferðasambandinum er ein stórur meinbogi. Ternan varð riggað til sigling um Nólsoyarfjørð, eitt nú við lyftu til serligan tørv, men hon verður ferð eftir ferð
sum hesaferð bar seg undan afturvali. Aktivur formaður Kári sigur, at hann fer at leggja dent á at vera ein aktivur floksformaður, og málið er at gera Sjálvstýrisflokkin meira sjónligan á politiska le [...] heldur hann lágan profil og ger ikki nógvan háva burtur úr tí, hann ger. Eyðun er hóvligur og arbeiðir í tí stilla, men eg haldi, at hann hevur rokkið góðum úrslitum sum landsstýrismaður. Kári vísir á, at [...] móti størri sjálvstýri í Føroyum. Tá ið hann verður spurdur, hvar Føroyar sum fullveldi er havnað í ætlaða yvirtøkupolitikkinum, sum nú er á tapetinum, sigur hann: - Fullveldið er ein avgerð, sum Føroya
Pakhus og á Nordklang Festival í Sveis. Í apríl skulu vit til Danmarkar at framføra við Boys in a Band á Norðuratlantsbryggjuni. Í juni til Glasgow. Vit hava fingið management samstarv í lag við SpotOn [...] heima. Nú er tíðin komin til at varpa ljós á ungu mennirnar handan bólkin; Filip og Urbanus, ið eru so ymiskir av lyndi og í stíli, sum nøvnini hjá teimum benda á. Ger tað frá hjartanum Filip Mortensen er [...] er sangari og gittarspælari í The Ghost. Spurdur, hvat hann vil við tónleikinum, leggur hann hart út við at greiða frá hjartamálum sínum. - Um tú gert tað, ið tú gert, frá hjartanum, skal tað nokk ganga
ferð var við á eini framsýning í Danmark, og lunnarnir vórðu lagdir á Sønderjydsk Kunst-og Kulturcenter í Suðurjútlandi. Síðan tá hevur listamálarin úr Fuglafirði á hvørjum ári verið við á framsýningum [...] 14-17.30 og leygardagar frá 11-14 fram til 6. mars, tá ið hon letur aftur. Skiftandi ljós Øssur sigur, at hann hevur einar 25 oljumálningar á framsýningini. Hesir eru ymiskir til støddar og eru allir málaðir [...] veruleika. Viðhvørt byrji eg bara at mála og seta litir á, og tað er ikki altíð, eg kenni úrslitið, fyrr enn málningurin er liðugur. Hann sigur, at hann hevur oftast fleiri málningar í gongd í senn. Stórur
arbeiðsleys ella rótast í botninum á fyritøkum og stovnum uttan ein avbjóðandi gerandisdag. Nú situr hann á Hvonn, tveir dagar fyri jól, og verður biðin um at seta orð á tilveruna sum virkin akademikari [...] stóra vindeygaðnum í illveðrinum. Tað er sjáldan friður á honum, meðan hann tosar. Heini er knappur at svara, tá hann verður spurdur, hvat irriterar hann mest við at búgva í Føroyum. Svarið er irrationell [...] stinkar ikki at vera í Føroyum. Tað sæst við eitt, at hann brennir fyri hesum. Kjakinum. Hann situr íðin og prátar. Tað er heldur ikki av tilvild, at hann hevur oyst dygdargott tilfar í føroyska kjakrúmið
Nakrar tímar aftaná samrøðuna var sami maður á sjónvarpsskíggjanum hjá DR og úttalaði seg um Huawei, har hann vísti umstríddu ákærunum um njósning og annað aftur. Hann segði eitt nú, at Huawei ongar ætlanir [...] desember fekk Sosialurin avtalu í lag við Huawei Danmark um eina samrøðu um støðuna við Føroyum og Huawei, sum hevur fylt nógv í miðlunum seinastu vikurnar. Hóast stutta freist bar til at skipa fyri einum fundi [...] onga kunning um nakran fund, og vit vita heldur ikki, hvat er blivið sagt á hasum fundinum. Tað kunnu bara tey vita, sum vóru á fundinum. Tað einasta, vit vita um tað, er tað, sum er komið fram í miðlunum
røttum skuldi hann verið hetta vikuskiftið, men orsakað av verkfallinum er hann útsettur. Formaðurin í felagnum seinastu tvey árini, Andras L. Samuelsen, vil ikki út í æsir avdúka, hvat hann fer at bera [...] seinastu samráðingunum bar á ongan hátt til at finna eina semju um, hvussu arbeiðstíðin hjá lærarum er sett saman. Læraraútbúgvingin ikki dagførd Dagføringin av læraraútbúgvingini liggur á láni. Landsstýrið [...] sjálvsagt ikki allar uppgávurnar her og nú, men hann kann vera við til at finna ein dialog og fáa onkrar uppgávur á skafti. Vit fáa hvørki fund við hann, tá ið ella um vit ynskja tað, ella svar frá honum