- Kjakið eigur at fyrihalda seg til fakta

- Miðlarnir hava roynt at skapt eina mynd av, at hóttanir vóru partur av samrøðuni millum landsstýrið og kinesiska sendiharran, sigur norðurlendski stjórin í Huawei, Kenneth Frederiksen, sum vísir ákærunum um njósning og hóttanir frá Kina í sambandi við 5G aftur

Kinesiski tøknirisin Huawei hevur deildir um allan heimin - eisini í danska høvuðsstaðnum Keypmannahavn. Huawei Danmark er tann deildin, sum hevur ábyrgd fyri at veita tænastur og vørur til kundar sínar í Føroyum, og tað er sostatt Huawei Danmark, ið Føroya Tele hevur samskift við um 5G. 

Fríggjadagin 6. desember fekk Sosialurin avtalu í lag við Huawei Danmark um eina samrøðu um støðuna við Føroyum og Huawei, sum hevur fylt nógv í miðlunum seinastu vikurnar. Hóast stutta freist bar til at skipa fyri einum fundi seinni sama dag. Men tey vildu kortini ikki tosa um Føroyar on-the-record, og tí bleiv hesin fundurin í staðin til eitt slag av introduktión til kinesisku fyritøkuna fyri undirritaða.

Vit avtalaðu eina nýggja tíð til eina samrøðu við stjóran í Huawei Danmark. Hendan samrøðan varð sett til mánadagin 16. desember. Tað endaði við, at tað í staðin bleiv norðurlenski stjórin í Huawei, Kenneth Frederiksen, sum Sosialurin slapp at tosa við. Hálvanannan tíma áðrenn samrøðuna komu boð um, at stjórin skuldi náa ein flúgvara í sambandi við okkurt átrokandi og óvæntað, og tí bleiv samrøðan bert góðar 20 minuttir long. Nakrar tímar aftaná samrøðuna var sami maður á sjónvarpsskíggjanum hjá DR og úttalaði seg um Huawei, har hann vísti umstríddu ákærunum um njósning og annað aftur. Hann segði eitt nú, at Huawei ongar ætlanir hevur at taka ímóti boðum frá Kina um at njósnast í Evropa, um so skuldi verið, og at tey ikki kunnu ávirka netið.

- Vit vistu einki um fundin

Við Sosialin sigur norðurlendski stjórin í Huawei seg ikki kenna til nakað serligt um fundin, sum varð millum føroyska landsstýrið og kinesiska sendiharran í Keypmannahavn hin 11. november.

- Vit høvdu onga kunning um nakran fund, og vit vita heldur ikki, hvat er blivið sagt á hasum fundinum. Tað kunnu bara tey vita, sum vóru á fundinum. Tað einasta, vit vita um tað, er tað, sum er komið fram í miðlunum, sigur Kenneth Frederiksen.

Fundurin snúði seg sambært almennum upplýsingum um handilsviðurskifti millum Føroyar og Kina, men tað hevur tó verið loyniligt, hvat fundurin heilt ítøkiliga snúði seg um. Men hin 12. desember blivu vit øll eitt sindur klókari um hendan fundin. Tí tá avdúkaði danska avísin Berlingske innihaldið av umstríddu ljóðupptøkuni millum landsstýrismann Helga Abrahamsen og aðalstjóra Herálv Joensen, sum Kringvarpið hevði fingið fútabann at fortelja um. Í upptøkuni kemur fram, at kinesiski sendiharrin í Keypmannahavn hevur sagt, at um Føroya Tele skrivar undir avtalu við Huawei, so standa allar dyr opnar fyri fríhandilsavtalu við Kina, men um avtalan ikki verður til nakað, so verður heldur eingin fríhandilsavtala.

Hóast samrøðan avdúkar nakað, sum fleiri vildu tulkað sum eina hóttan frá kinesiska sendiharranum, so meinar Kenneth Frederiksen ikki, at talan er um nakra hóttan móti Føroyum.

- Eg haldi, at úttalilsini frá føroyska løgmanninum og kinesiska sendiharranum í Keypmannahavn hava verið týðilig og uppklárandi. Teir hava báðir sagt, at hvørki trýst ella hóttanir hava verið partur av fundinum. Talan var heldur um konstruktivar og góðar diplomatiskar samrøður. Tað eru bara miðlarnir, sum hava roynt at skapt eina mynd av, at hóttanir vóru partur av samrøðuni, sigur Kenneth Frederiksen, sum sjálvur er úr Noregi.

Fær allarhelst ongar avleiðingar

Norðurlendski Huawei-stjórin heldur ikki, at tað skurrar, tá tað kemur fram, at kinesiski sendiharrin, Feng Tie, er so áhugaður í, hvørjum felag Føroya Tele velur at samstarva við. Eygleiðarar hava seinastu dagarnar argumenterað fyri, at hóttanin frá Feng Tie er eitt klokkuklárt prógv fyri, at kinesiski staturin og Huawei eru sambundin - men hetta er nakað tvætl og ein misskiljing, meina tey í Huawei.

- Tað er arbeiðið hjá einum sendiharra at syrgja fyri, at tað er opin kapping. Tí síggi eg einki løgið í, at ein sendiharri hevur eina samrøðu við lokalar myndugleikar, sigur Kenneth Frederiksen.

Hann væntar ikki, at tað fer at fáa nakrar avleiðingar fyri Føroyar, um Føroya Tele ikki velur Huawei sum veitara av 5G, sjálvt um tað kundi ljóðað soleiðis út frá avdúkaðu samrøðuni millum Helga Abrahamsen og Herálv Joensen. 

- Tað, sum hendir millum Kina og Føroyar, havi eg onga meining um. Men tað, sum er sagt og váttað av løgmanni og Feng Tie, er, at ongar hóttanir vóru, og at avgerðin liggur hjá Føroya Tele. Hetta er ein nóg góð indikatión fyri okkum um, at tað verður ein rættvís kapping í Føroyum, sum ikki fær nakrar avleiðingar, sigur Kenneth Frederiksen.

Hví myndugleikarnir høvdu so stóran týdning at halda fundin loyniligan og seta fútabann í verk, hevur norðurlendski stjórin onga viðmerking til. 

##med2##

Hava tosað við Feng Tie um Føroyar

At føroyska landsstýrið hevur samskift við kinesiska sendiharran um Huawei, vita vit. Men hvussu er viðvíkjandi samskiftinum millum Huawei og kinesiska sendiharran Feng Tie um Føroyar?

- Eg havi ikki havt ein dialog við hann beinleiðis og kenni hann ikki persónliga. Sum kinesisk fyritøka so umgangast vit jú sendistovuni í ymsum sambondum, líka sum í øllum øðrum londum. Burtursæð frá tí, so hava vit einki serligt samband við sendistovuna.

So tú veitst ikki, um Føroyar hava verið partur av einari samrøðu millum Huawei Danmark og Feng Tie?

- Vanligvís tá mann hevur ein dialog við sendistovuna, so dagførir mann sendistovuna um, hvat fyri forrætningar mann hevur í teimum ymsu londunum. At mann hevur dagført um, hvat verður gjørt í Danmark og Føroyum, er ikki ómøguligt, sigur Kenneth Frederiksen.

So tit hava?

- Tað er natúrligt at dagføra sendistovuna um leypandi business, sigur hann.

- Einki trygdarbrot er dokumenterað

Støðan er spent millum USA og Kina. Amerikanska sendifrúan Carla Sands hevur vegna USA heitt á Føroyar um ikki at samstarva við kinesiska felagið, tí USA ikki stólar uppá Kina og stúrir eitt nú fyri njósning umvegis 5G-netið. Miðlar úr øllum heiminum hava varpað ljós á føroyska Huawei-málið, og hetta kemur illa við hjá Huawei.

- Vit ynskja ikki at blíva blandað upp í politiskar konfliktir. At vit eru blivin partur av hasari konfliktini hongur saman við, at vit eru blivin ákærd fyri fleiri ting, sum ikki eru dokumenterað. Vit ynskja, at kjakið fyriheldur seg til fakta og dokumenteraða informatión í staðin fyri at dúva upp á eitt kjak, sum er grundað á uppáhald, sigur Kenneth Frederiksen og greiðir frá, hvat fakta í hansara verð er í hesum sambandi: 

- Huawei hevur verið til í meira enn 30 ár, og vit samstarva við teir flestu altjóða operatørarnar, ikki bara lokalum fyritøkum sum í Føroyum. Eitt trygdarbrot frá okkara síðu hevur ongantíð verið dokumenterað. Vit ynskja harafturímóti, at tað skulu vera enn strangari trygdarkrøv til 5G-veitarar fyri at tryggja, at myndugleikar og kundar kunnu vera vísir í, at hetta er ein tryggur og góður infrastrukturur. Vit ynskja, at vinnan leggur upp til strang trygdarkrøv, tí vit ikki ivast í, at vit kunnu eftirliva tey minst líka væl sum kappingarneytar okkara, sigur Kenneth Frederiksen. 

- Vit vildu ynskt, at bæði vit og kundar okkara kundu gjørt forrættning uttan politiska ávirkan. Tí eru vit glað fyri at hoyra, at føroysku myndugleikarnir klárt og týðiliga hava sagt, at politiskar forðingar verða ikki lagdar fyri tær avgerðir, sum verða tiknar, men at Føroya Tele fær loyvi at taka egnar komerciellar avgerðir. Tí vænta og síggja vit eisini fram til eina niðurstøðu í hesum málinum, sigur hann. 

Vilja vera til staðar í Føroyum

Huawei eru í dag veitarar av 4G-netinum í Føroyum, og hetta er sambært stjóranum orsøkin til, at tey úr Huawei eru so áhugað í at veita 5G til føroyingar. 

- Vit hava longu eitt gott samstarv við Føroyar, har vit hava leverað útgerð og tænastur í fleiri ár. Báðir partar fáa okkurt burtur úr hesum samstarvinum, og tí ynskja vit sjálvandi eisini at halda fram við at levera til Føroyar, sigur Kenneth Frederiksen.

- Føroyar eru jú eitt av fáum londum, sum longu hava 5G spektrum. Vit testaðu 5G í juni saman við Føroya Tele, og úrslitini vóru sera góð, sigur hann. Tað, sum er so fínt við Føroyum, er, at mann hevur ein marknað, sum er áhugaður í nýggjari tøkni. Vit í Huawei eru langt frammi við nýggjari tøkni, so vit vita, at marknaðurin eftirspyr hesa tøkni. Tí ynskja vit at vera til staðar har, sum nýggj tøkni verður brúkt, sigur hann.

Nógv hevur verið tosað um, at Føroya Tele fekk eitt gott tilboð frá Huawei um 5G. Norðurlendski Huawei-stjórin vil ikki fortelja nakað um hetta. 

- Vit kundu ikki funnið uppá at viðmerkt kommerciellar treytir í nakrari samstarvsavtalu. Hetta er nakað, sum verður verandi millum okkum og Føroya Tele, sigur Kenneth Frederiksen, sum í løtuni er í einari bíðistøðu. 

- Vit mugu bara vóna, at vit eru best kommercielt og tekniskt til at blíva vald. Um vit ikki blíva vald, so mugu vit bara taka tað til eftirtektar sum eitt kommercielt felag. Burtursæð frá tí, so mugu vit bara bíða og síggja.