Talan er um sama mann, sum í síðstu viku varð dømdur ein straksdóm upp á tveir mánaðir í fongsul í Føroya Rætti fyri at smugla um 900 gram av hassji til Føroya. Hann varð tikin á flogvøllinum í vágum, har tollarar funnu hassjið.
Hóaast maðurin fekk ein straksdóm í Føroya Rætti, so varð hann leyslatin eftir dómin. Tað er tí, at hann er dansku ríkisborgari og verðu innkallaður at sita dómin í Danmark.
Men um middagsleitið í gjár var hann aftur tikin á flogvøllinum í Vágum, hesaferð fyri at hava ov nógvar kontantarn pengar uppi á sær.
Hann er tí skuldsettur fyri hvítvasking, og løgreglan heldur, at pengarnir stava frá narkohandli. Tí hevur løgreglan lat hald á pengarnar, og maðurin er latin leysur aftur.
Maðurin vil ikki greiða løgregluni frá, hvaðani hann hevur pengarnar, men sigur, at tað eru hansara egnu pengar til egna nýtslu. Talan var bæði um danskar krónur og um evrur.











