Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens høvdu torføran arbeiðssetning í fyrsta dystinum í ovara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Mótstøðuliðið í heimadystinum í bólki 2 var verandi meistaraliðið, Odense.
Odense vann dystin greitt 30-21, og var á odda 14-10 í steðginum.
Maria avrikaði tó væl. Hon skoraði fýra mál, legði upp til fýra mál (assist), og hon vann eisini liðnum trý brotskøst.
Odense er fremst í bólkinum við fýra stigum, og Ikast er nummar tvey við trimum stigum. Horsens og liðið hjá Janu Mittún, Viborg eru aftast við ongum stigi.
Komandi mikudag klokkan 17.30 hevur Horsens dyst á útivølli móti Ikast.










