Heystfrítíðin er beint um hornið og Avinor, sum rekur flestu floghavnirnar í Noregi, sigur, at flutningurin av ferðafólki nú veksur.
Avinor rekur fleiri enn 40 flogvallir í Noregi.
- Vit síggja ein greiðan vøkstur í ferðafólkatalinum í heystfrítíðini og tað er langt síðan, at so nógv ferðafólk hava ferðast um flogvallirnar sum nú.
Soleiðis sigur Thorgeir Landevaag, sum er ein av stjórunum í Avinor, við norska kringvarpið, NRK.
Hann leggur aftrat, at við tað, at ferðafólkatalið longu er vorðið so stórt, kann tað eisini taka eitt sindur longdi tíð við trygdareftirlitinum.
Vit kunnu leggja aftrat, at seinastu dagarnar eru flogvallir, serliga í Danmark, men eisini í Noregi, vorðnir órógvaðir av dronum.
Tað er tó lítið, sum bendir á, at samband hevur verið ímillum einstøku hendingarnar í Noregi og tað, sum er hent við danskar flogvallir seinastu dagarnar.











