Hóskvøldið vann Kiel á heimavølli í Wonderino høllini greiðan 33-25 sigur á Minden í dysti í bundesliguni. Í steðginum var Kiel eisini frammanfyri við átta málum, 17-9.
Elias skoraði fýra mál upp á sjey málmøguleikar, og hann legði eisini upp til trý mál.
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin ferðaðust um markið til Póllands fyri at spæla dyst í bólki A í Champions League móti Kielce.
Füchse Berlin vann dystin 37-32. Í fyrra hálvleiki gekk framúr væl hjá berlinarunum, ið vóru frammanfyri við sjey málum, 22-15.
Hákun skoraði fimm mál upp á seks málmøguleikar.
HER ber til at síggja samandráttir frá sigrunum hjá THW Kiel og Füchse Berlin:
##med2##
##med3##











