- Helgi Abrahamsen er ársins neyðrakett

Hann stúrir fyri stóru fráflytingini. Hann heldur lítið um politiskar kreftir, sum gera seg inn á framsøgufrælsið hjá millum annað embætisfólkum og journalistum – nakað Helgi Abrahamsen hevur uppiborið heiðurin sum ársins neyðrakett fyri. Hann kom aftur til Føroya av tilvild, men nú gerast journalistisku arbeiðsuppgávurnar uttanlands fleiri í tali. Heini í Skorini er ein virkin – og frustreraður – akademikari

- Tað er ein myta millum føroyskar útisetar, at tað stinkar at búgva í Føroyum. Tað er ikki rætt. Her hevur tú møguleikan at gera mun, og tú kann sanniliga hava eina spennandi yrkisleið og ein innihaldsríkan gerandisdag í Føroyum. Tað stinkar ikki at vera í Føroyum.

Tað sæst við eitt, at hann brennir fyri hesum. Kjakinum. Hann situr íðin og prátar. Tað er heldur ikki av tilvild, at hann hevur oyst dygdargott tilfar í føroyska kjakrúmið seinastu árini. Óteljandi journalistiskar blaðgreinar, sjónvarpssendingar, kronikkir, bøkur um átrúnað og politikk, stórar ráðstevnur og viðmerkingar um Miðeystur bera boð um ein aktivan og framfýsnan akademikara, sum gleðiliga stimbrar undir kjak millum føroyingar.

At tað er virðismikið tilfar, hann hevur latið úr hondum, tykist danski miðlaheimurin hava varnast. Í øllum førum hevur hann fingið avtalu í lag við donsku Weekendavísina, og arbeiðsuppgávurnar fyri blaðið vinda nú støðugt upp á seg. Tað merkir, at hann komandi árið fer at vera minni í Føroyum. Tí er eisini ivasamt, um hann, sum nýklaktur føroyameistari fyri B36, fer at spæla fótbólt komandi kappingarár.

- Tað stutta av tí langa er vælsaktans, at tað er stuttligari og meiri meiningsfult at vera aktivur enn passivur, sigur Heini, sum kortini ikki vil vera við, at hann er meira virkin enn so nógv onnur.

Irrationell lokalpatriotisma
Tað var av tilvild, at nú 28 ára gamli Heini í Skorini flutti til Føroya eftir loknan lestur í London í 2009. Tá ringdi Kringvarpið til hansara og spurdi, um hann hevði hug at vera sjónvarpsvertur. Fíggjarkreppan var júst farin buldrandi um allan heimin, og arbeiðsloysið millum akademikarar í London var methøgt. Heini tók av tilboðnum og stjórnaði mentanarsendingini “Refleksjón” við góðum úrslitum.

Hann er fegin um ta avgerðina í dag, sjálvt um hann kundi troytt aðrar møguleikar. Fleiri av teimum, hann hevur samband við frá tíðini í London, eru annað hvørt arbeiðsleys ella rótast í botninum á fyritøkum og stovnum uttan ein avbjóðandi gerandisdag.

Nú situr hann á Hvonn, tveir dagar fyri jól, og verður biðin um at seta orð á tilveruna sum virkin akademikari í Føroyum, meðan fólk, ung sum gomul, við stórum beriposum vála framvið stóra vindeygaðnum í illveðrinum. Tað er sjáldan friður á honum, meðan hann tosar. Heini er knappur at svara, tá hann verður spurdur, hvat irriterar hann mest við at búgva í Føroyum. Svarið er irrationell lokalpatriotisma og vantandi evnini at raðfesta og lurta eftir serfrøðini.

- Irrationell lokalpatriotisma forðar fyri, at Føroyar verða riknar sum ein eind á mest effektivan hátt. Í hesi løtu tapa vit kappingina við útheimin um okkara fremsta tilfeingi, sum er fólkið í Føroyum. Men eg síggi ikki, at nakað veruligt verður gjørt við fráflytingina. Føroyar eru ein fjarskotin útjaðari í Norðuratlantshavi, og útjaðarar fara altíð at missa fólk..Men vit vit missa væl yvir 100 føroyingar um árið, og tað er ein national vanlukka. Eg fati ikki, at allur politikkurin í hesum landinum ikki verður lagdur til rættis eftir hesum eina málinum – at steðga fráflytingini.Tann ónda ringrásin má brótast við massivum politiskum tiltøkum, ávarar hann.

Heini nevnir norðurnorska býin Tromsø sum dømi um eitt útjaðaraøki, sum megnar at standa seg í kappingini um fólkatilfeingið. Hóast bara 66.000 íbúgvar hevur býurin eitt risastórt universitet við 9.000 lesandi og 2.500 starvsfólkum, og tað dregur ungdómar úr allari regiónini til sín. Einasta plássið í Norðurnoregi, sum veksur í dag, er Tromsø, og tað er orsakað av einum altjóða universitetinum.

Sambært Heina mugu Føroyar sum skjótast gera fleiri íløgur í útbúgving fyri at steðga fráflytingini.

- Aðrastaðni eru tað tey lesandi og aldursbólkurin 20-30 ár, sum stimbrar undir broytingar og kollveltingar, men føroyski ungdómurin er snøgt sagt ikki her at gera vart við seg. Og politiski myndugleikin letur sum einki. Heldur enn at hugsa um at skapa eitt sterkt og attraktivt miðstaðarøki, verða íløgurnar pettaðar sundur,og tí flyta tær einki grundleggjandi. Vegir og tunlar, fleiri sjúkrahús, smáir bygdaskúlar, smáar kommunur og you name it. Vit noyðast at vera kynisk og ásanna, at tað eru ikki pengar til alt. Vit noyðast at raðfesta – og tað er púrasta galið við raðfestingini í dag. Vit eru í eini beinharðari kapping um okkara fólk, og vit tapa!, sigur Heini í Skorini sannførdur.

Tá er tað, at hann nevnir vantandi virðingina fyri serfrøðini. Tað er ein trupulleiki, sum hann elskar at hata. Vit dragast sambært Heina við ein hugburð, sum sigur, at øll vita líka væl, at allar grundgevingar hava sama virði, og at eingin eliterur, belisin fani skal fortelja mær nakað.

- Búskaparráðið, Havstovan, Vinnuhúsið, embætisfólk og aðrir stovnar prædika hvørt einasta ár um, hvørjir reformar kunnu gera hetta samfelagið ríkari og betri at liva í. Men politikararnir eru sera trekir, tí áhugabólkar og persónlig, lokal og stuttskygd áhugamál viga tyngri enn framtíðin hjá hesi eindini, vit rópa Føroyar, sigur Heini og ristir við høvdinum, meðan hann lenar seg afturá í stólinum.

Helgi og aðalstjórin
Spurningurin, um journalistar í almennum miðli kunnu taka lut í almenna kjakinum, varð tikin til viðgerðar, tá Heini í Skorini við einum glóðheitum penni umrøddi føroyskan politikk í fjør, meðan hann var vertur í mentanarsendingini Refleksjón. Lesarabrævið snúði seg um stevið í táverandi ABC-samgonguni og fráveruna av politiskum málum. Úrslitið var, at Norðoya Sambandsfelag, uttan at viðgera innihaldið, kærdi hann fyri leiðsluna í Kringvarpinum, tí sambært teimum skal ein journalistur ikki luttaka í almenna kjakinum.

Heini heldur, at mótspæl er gott. Men hann hvakk við, tá hann hoyrdi, at løgtingsmaðurin Helgi Abrahamsen herfyri royndi at undirgrava rættin hjá embætisfólkum at vitja tey almennu tiltøk, sum tey nú einaferð hava hug til. Heini heldur, at Helgi Abrahamsen hevur rætt og slætt uppiborið heiðurin sum ársins neyðrakett, eftir at hann legði eftir aðalstjóranum í Almanna- og heilsumálaráðnum fyri at vísa seg á einum politiskum mótmælistiltaki í Vágsbotni.

- Hetta er ein vandamikil tendensur. Um hvørki journalistar ella fólk í almennu fyrisitingini kunnu geva sína meining til kennar, hvussu nógv fakfólk eru so eftir at kjakast? Nógvir universitetsútbúnir undirvísarar melda eisini pass, tí teir hava eitt trúvirði at verja mótvegis næmingunum. Og uppaftur aðrir fakbólkar hava sínar grundgevingar fyri at vera passivir borgarar. Hvar enda vit, um eingin teirra tekur lut? Og tað er nakað tvætl, at tú neyðturviliga missir trúvirði, tá tú úttalar teg. Tað eru nógv dømi um, at tað ber til at argumentera fyri eini søk uttan at vera partapolitiskur, sigur Heini í Skorini.

Politiska tilgongdin við málinum um nýggja skattaskipan, sum samgongan fer at seta í verk eftir ársskiftið, hevur fleiri ferðir verið tikið fram á tingsins røðarapalli sum eitt dømi um, at føroyska samfelagið hevur ongan áhuga í akademikarum. Í hesum førinum vístu embætisfólk og Búskapar- og løgfrøðingafelagið á, at tað vóru ov nógvar óvissur í uppskotinum. Annað dømið er búskaparfrøðingurin Magni Laksáfoss, sum ikki bjóðaði seg fram aftur til løgtingsvalið hesaferð við teirri grundgeving, at tað var meiningsleyst at sita í politisku skipanini, tá eingin lurtar eftir tær kortini.

Tá Heini verður spurdur, um hann nakrantíð hevur tað soleiðis, svarar hann, at tað er ein jánkaslig niðurstøða at koma til.

- Jú, sjálvandi, onkuntíð hevur tú tað soleiðis. Fyri nøkrum vikum síðani skrivaði ein samkomuleiðari í Kollafirði eitt lesarabræv ímóti mær um endaleysa stríðið millum Ísrael og Palestina. Tá hugsaði eg: Skal eg byrja við Ádam og Evu, ella skal eg bara droppa at svara. Eg gjørdi tað seinna, tí eg hevði ikki hug til eitt drúgt kjak við mannin. Men tað er kanska skeivt, og super arrogant, at hugsa so. Men tað er so púra vist, at tað broytir einki at siga, at øll eru skítbýtt, og tí eri eg “over and out”. Tað er ein ússalig umbering at geva skarvin yvir og vera gronutur, tí tú fær mótspæl. Mótspæl er fínt, og tak so dystin upp, sigur Heini.

Tá Heini er errin
Hóast dreymurin um eitt modernað føroyskt samfelag kann tykjast fjarur, er Heini í Skorini púra sannførdur um, at Føroyar kann gerast eitt attraktivt samfelag at liva í – eisini fyri føroyskar kanónir uttanlands. Tað eru kortini avbjóðingar, sum skulu knógvast sum skjótast. Vit mugu hava fleiri útbúgvingartilboð, eitt veruligt granskingarumhvørvi, bíligari flogferðaseðlar, bíligari kostnaðarstøði, ein fleksiblari bústaðarmarknað, og so framvegis. Vit hava fortreytirnar at greiða trupulleikarnar, men reyðu ávaringarlampurnar lýsa bjartari fyri hvønn dag.

Tað stóra endamálið er at fáa eitt føroyskt samfelag, sum fólk tíma at búgva í, og sum føroyingar heima og úti kunnu vera ernir av. Men nær er Heini sjálvur errin av at vera føroyingur?

- Eg eri ein errin føroyingur, tá okkara listafólk gera seg galdandi uttan fyri landoddarnar. Tá Pál kemur á mál. Tá føroyska fótbóltslandsliðið fær stig ímóti størri tjóðum. Tá onkur granskari stendur seg væl uttanlands. Tá føroyskar vinnur og føroysk vinnulívsfólk sparka reyv og gerast fyrimyndir fyri onnur. Tá eg siti eitt summarkvøld á Hvonn við sympatiskum vinfólkum, sum kjakast um alt frá lekrum damum og fótbólt til Arafat, Foucault og kalda kríggið. Tá eri eg ein errin føroyingur, endar Heini í Skorini.


FAKTA:

Heini í Skorini er 28 ár. Hann er føddur og uppvaksin í Havn. Umframt í Føroyum, hevur hann búð í Danmark, Ísrael og Suðurafrika. Hann er freelance journalistur fyri dokumentardeildina í Kringvarpi Føroya og fyri útlendskar miðlar, fyrst og fremst donsku Weekendavísina. Hann hevur eina MA í samfelagsfrøði og religión. Seinastu árini hevur hann verið virkin sum íbirtari til føroyska kjakið, millum annað við journalistiskum tilfari, essay-søvnunum 'Krossvegir' og 'Er Gud deyður?' og stórum og vælvitjaðum ráðstevnum um religión og politikk. Umframt hetta er hann nýklaktur føroyameistari við B36 og hevur júst fingið eina dóttir.