Umborð
Í Fuglafirði reka einir seks bátar regluligan útróður. Ein av hesum er Eyðin, sum er ein longdur íslendskur bátur av slagnum Gáski. Eyðin er 40 føtur langur, og eigari og einsamallur á bátinum er útróðrarmaðurin, Samson í Lambanum, sum hevur róð út burtur av síðan 1987, tó ikki øll árini á egnum kjøli. Línan verður rikin um í landi, og síðan verður sett úr trakt. Agnið er fyri tað mest gágga.
Samson veit at siga, at útróðrarbátarnir nú hava borið við hvíting, sum er vanligt hesa tíðina á árinum, og um dagarnar hava eitt nú Høvnin úr Leirvík og Líðhamar úr Klaksvík gjørt góðar setur norður úr Kallinum.
- Eg havi skilt, at Høvnin hevur gjørt tríggjar túrar, sum góvu ávikavist 6.500, 7.000 og 8.000 pund, og Líðhamar hevði tann eina dagin 7.000 pund. Sum skilst, hevur prísurin á hvítingi verið góður, einar 15 krónur fyri kilo.
Sjálvur hevur Samson ikki verið á hvítingi í ár, tí sum hann sigur, so kann hetta vera eitt sindur strævið hjá einum manni.
- Hvítingurin, sum bátarnir fáa norðanfyri, er vanliga størri enn fiskurin eystanfyri, men hetta er kortini lutfalsliga smáur fiskur, kanska sum hýsa 3 ella har umleið. Tí er eisini leingi at kryvja eina stóra nøgd av hvítingi.
Men Samson, sum hevur róð út øll hesi mongu ár, er nærlagdur útróðrarmaður sum veit, hvar hann kann fara fyri at fáa nakrar fiskar.
- Seinastu útróðrardagarnar havi eg roynt á leiðunum norður úr Mykinesi, har eg at kalla bara havi fingið stóran og góðan tosk, sum er seldur fyri einar 22 krónur í miðal fyri kilo.
Týsdagin fekk Samson soleiðis 3.200 pund á 30 línum, og mikudagin hevði hann 1.700 pund á 20. Støddin er toskur 1, 2 og 3, og hann letur væl at, hvussu fiskurin er í holdum.
- Teinurin úr Fuglafirði og vestur á leiðirnar norður úr Mykinesi er einar 35 fjórðingar úr Rivtanga. Eyðin hevur eina cummins-maskinu, sum er 430 HK, og báturin gongur einar 18 míl. Oljan er dýr, og vanliga sigli eg við 11-12 míla ferð. Tá tekur hesin teinur mær einar fýra tímar hvønn vegin, sigur Samson.
Spurdur, um hetta ikki er langur og strævin dagur hjá einsamøllum manni, heldur hann, at hetta ikki er verri, enn man ger tað til sjálvur.
- Einar tveir tímar eftir, at fyrsti línustubbin er komin niður, leggi eg á at draga, og tá øll línan er drigin, er eisini alt kruvt, sigur útróðrarmaðurin.
Ein slíkan dag brennur báturin fyri einar 2.000 krónur í olju.
Samson kryvir fiskin niður í ísvatn, og har liggur hann, til hann verður hivaður upp á bryggjuni í Klaksvík, har hann síðan verður seldur um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya.
Í skúri sínum í Fuglafirði hevur Samson einar 2-3 eldri menn, sum rekja línuna um, og hetta gongur væl.
- Ungdómurin er meira óstøðugur. Teir koma bara, tá teimum vantar nakrar krónur.
Samson ger av og á onkran túr á leiðunum norður úr Mykinesi, og tað ikki bara um hesa tíðina, at dagarnir kunnu eydnast hjá honum. Um heystarnar plagar hann eisini at leita vestur hagar.
- Neyðugt er, at veðrið er gott og streymurin góður, sigur hann.
Útróðrarmaðurin í Fuglafirði hevur havt Gáski-bátin í eini fimm ár, men fyri ta tíð hevði hann ein annan Eyðin.
Tíðin sum útróðrarmaður byrjaði við útróðrarbátinum Brandi, sum hann var við í eini tvey ár.
- Um vetrarnar róðu vit út við línu undir Føroyum, og um summarið vóru vit onkran túr í Íslandi við snellu.
Nú venda vit aftur til útróðrarbátin, Eyðin.
- Eyðin merkir eydna ella lukka. Tað var kona mín, sum fann hetta orðið í orðabókini, leggur hann aftrat.
Samson róði eisini út kreppuárini fyrst í nítiárunum, men hann heldur ikki, at hendan tíðin royndist teimum so ógvuliga vánalig.
- Nei, tað var slett ikki so galið hjá okkum. Eg minnist, at vit egndu bara gággu, og tá minni var at fáa, kubbaðu vit annan hvønn teym undan línuni og høvdu soleiðis bara annan hvønn eftir. Tað vísti seg nevniliga, at veiðan var betri við minni tættleika millum húkarnar. Samstundis brúktu vit minni agn. Tá fiskurin so kom aftur nøkur ár seinni, knýttu vit teymarnar undir aftur línuna.
Útrórðarmaðurin í Fuglafirði hevur sett úr trakt í eini 8-9 ár. Í bátinum hevur hann gágguknúsara, sum riggar væl. Vantar honum gággu ein útróðrardag, tí útróður hevur verið fylgjandi dagar, kann hann í ringasta føri draga rúsurnar á veg til útróðrar og fáa gággu til eina minni setu, kanska einar 10-12 línur.
Samson fiskar alt agnið sjálvur, og vanliga fiskar hann niðurfyri, tá eingin útróður er. Onkuntíð noyðist hann kortini at draga rúsur og línu sama dag.
Hann heldur, at fesk gágga roynist væl sum agn, og tá árið er liðugt, er av hesi orsøk eisini meira toskur uppi í veiðini.
- Tað vísir seg, at teinurin at fáa fatur á gággu til agns gerst longri og longri, tí gággan á gomlu leiðunum gongur undan.
Nú útróðrarbátar royna eftir hvítingi, veit Samson at siga, at gágga einki nyttar til hvíting. Her roynast makrelur, sauri og høgguslokkur munandi betri. Hinvegin heldur hann, at gágga er hampiliga gott hýsuagn.
- Í eini fýra ár hevði eg ein ungan mann við mær á útróðri. Hetta var ein raskur, ágrýtin og dugnaligur drongur. Hann gavst fyri hálvum øðrum ári síðan, tí tað gav honum ikki siglingstíð at vera við útróðrarbáti. Maðurin siglir við flakatrolaranum Vesturvón, og nú nærkast við siglingstíðini hjá honum.
Samson ásannar, at tað var hugabetri at vera tveir á báti heldur enn ein.
- Tú kundi fara út í øðrum veðri, enn tú fert einsamallur, tú kundi seta meira línu, og tú hevði onkran at práta við, samstundis sum arbeiði umborð á bátinum fall lættari.
Hóast Samson hevur róð út burtur av síðan 1987, hevur hann eisini siglt sum fiskimaður við størri skipum.
Í fleiri ár, áðrenn hann legðist heima at rógva út, sigldi hann við donskum nótabátum úr Hirtshals.
- Fyrst var eg við Onnu Polaris, fyrrverandi Sólborg og seinni við Ariga, sum var gamla Maria Polaris. Flestu menn umborð vóru føroyingar.
Samson fór til Danmarkar at sigla í 1979, og frammanundan átti hann ein beiggja, sum sigldi í Danmark sum skipari og ein, ið sigldi sum stýrimaður.
- So, vit kunnu siga, at skeggið var nær høkuni, og tí slapp eg niður at sigla, sigur hann skemtandi.
Samson fór til skips sum 16 ára gamal við línuskipinum Nesbúgvanum.
- Vit vóru tveir túrar í Ný Foundlandi. Hesir vardu einar tríggjar mánaðir hvør. Egnt varð við hond, og her kom tað mær rættiliga til góðar, at eg hevði egnt nógv sum smádrongur. Tí fall egningin mær ikki tung, og eg hevði nógvar steðgir, tí væl lá fyri. Hjá øðrum ungum monnum, sum ikki vóru vanir við at egna, var hetta einki serligt lív.
Útróðrarmaðurin minnist aftur á onkrar stuttligar hendingar, meðan hann var við Nesbúgvanum.
- Ein dani kom við okkum. Vit høvdu lítlan vatngerara umborð, og tá hesin hevði hug at fara undir brúsu einaferð um dagin, mátti hann steðgast, tí tað bar slett ikki til. Vatnið gekk so skjótt undan.
Í øðrum lagi minnist Samson ein íslending, sum eisini kom við Nesbúgvanum.
- Eg haldi, at hesin púrasta hevði misskilt, hvat tað var, hann var komin til. Einasta, hann hevði við sær umborð á Nesbúgvan, var eitt tjald, sigur fuglfirðingurin og brosar.
Samson sigur, at hann sær ljóst upp á útróðurin.
- Jú, eg haldi, at hetta sær gott út. Við fiskiskapi gongur upp og niður. Tað vita vit, sum hava fiskað í nógv ár. Onkur fiskastovnur veksur, annar minkar – og síðan vendir. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað altíð at vera. Náttúran má sær sjálvari ráða.
Samson í Lambanum sigur, at árið í fjør royndist væl, heilt væl, og higartil í ár hevur eisini gingið væl.
- Eg eri á útróðri, tá líkindi eru, og eg haldi, at hetta er eitt perlulív, sigur útróðrarmaðurin í Fuglafirði.