Tað kom dátt við hjá mongum, tá íalt 89 tímalønt flakafólk vórðu uppsøgd í Vági og í Hvalba í farnu viku.
Hetta rakti meint, tí bygdirnar báðar eru nær tengdar at fiskivinnuni, og uttan fiskaarbeiði, fer helst at vera trupult at hugsa um eina framtíð á hesum støðum.
Ein teirra, sum varð uppsøgd í farnu viku, var Marianna Poulsen í Hvalba. Hon hevur í mong ár arbeitt á flakavirkinum í Hvalba, men kann nú skráseta seg sum arbeiðsleysa eins og hini 88.
Tað kom sum eitt sjokk uppá hana, tá stjórin í Fiskavirking boðaði teimum frá, at einki arbeiði varð til teirra á virkinum í Hvalba. Hetta virkið sum týðir so nógv fyri bygdina. Og hetta virkið sum í veruleikanum eigur lívið í nógvum heimum ? ja, í sjálvari bygdini.
Hóast tey høvdu ein illgruna um tað, komu tíðindini púra óvart á tey øll. Fólk vóru kedd, hørm, ørkymlaði og í døpurhuga av hesum. Eisini Marianna.
- Ja, tú kanst ætla at eg bleiv kedd. Serliga tá eg hugsaði um allar tær ungu familjurnar her í bygdini, sigur Marianna.
Umframt starvið sum flakakvinna er hon eisini forkvinna í Arbeiðskvinnufelagnum "Roynd". Hetta felag hevur verið virkið í tí at tryggja bygdini hetta arbeiðsplássið. men fyribils er líkt til, at flestu limirnir eru uttan arbeiði.
Ein spurningur um tíð
Mánakvøldið 29. november í fjør fór Marianna til songar sum vanligt. Hvørki hon ella nógv onnur í Hvalba vistu tá um tann fundin, sum tá varð hildin í einum hølum í Havn. Fundurin sum skuldi avgerða, at Fiskasølan bleiv løgd undir Fiskavirking.
Men 8 tímar seinni skuldu tey so sanniliga fáa úrslitið av hesum fundinum at vita. Og tað uppá ein heldur barskan máta.
Tá Marianna og øll hini vaknaðu morgunin eftir, týsdagin 30. november, varð sum siður er tendrað fyri útvarpinum. Tá fekk hon at hoyra nakað, sum kom púrasta óvart á hana: Nú var samanlagt. Og nú var bara Fiskavirking eftir.
Í øðrum heimum í Hvalba komu hesi tíðindini eisini óvart á, og tey mundu nú gruna, hvønn veg tað bar við flakavirkinum í bygdini. Tað hevði neyvan nógvar dagar eftir, út frá tí sum varð sagt um framtíðina hjá Fiskavirking.
Tey tímaløntu starvsfólkini á Fiskavirking í Hvalba vórðu tó ikki uppsøgd formelt henda dagin, men tað mundi bara vera ein spurningur um tíð.
- Vit livdu í óttanum gjøgnum allan desember mánaða ? ja, í sjálvum jólamánaðinum, tá vit royna at gera alt gott fyri hvønn annan. Hesin mánaður var fyri okkum ein mánaður í stórari óvissu.
- Vit fingu einki at vita um nakað sum helst. Eingin segði nakað, hvørki orð ella ei við okkum. Ikki fyrrenn Meinhard Jacobsen kom suður her í farnu viku og segði okkum øllum upp, sigur hon.
Tey ungu ringast fyri
Fyri tey tímaløntu flakafólkini í Hvalba var tað næstan sum at fáa morgunmatin í rangastrúpan, tá tíðindini bórust í Útvarpinum.
- Tú kanst ætla, at vit fingu ein hvøkk henda morgunin. Og eg skal siga tær akkurát sum er ? eg bleiv forferdiliga kedd. Hóast vit høvdu ein varhuga av tí, so visti eg ikki hvat eg skuldi gera, og hvussu eg skuldi reagera beint aftaná, at vit høvdu fingið hetta at vita.
- Eg gekk faktiskt bara og mól rundan um meg sjálva í fleiri tímar. Hetta høvdu vit als ikki væntað, sigur Marianna.
Sjálv eru hon og maðurin kanska ikki tey, sum eru ringast fyri. Men hon hugsaði beinanvegin ? og hugsar framvegis ? um tey ungu flakafólkini.
- Hvat skal verða av teimum? Og hvar skulu tey verða í framtíðini? Er og verður Hvalba eitt pláss fyri ungar familjur í framtíðini? Ja, spurningarnir eru nógvir, sigur hon. Men svarini eru fá.
Fyri Mariannu er tað ein spurningur, um tað unga fólkið kann verða verandi í bygdini. Har er einki at bjóða teimum í løtuni, uttan arbeiðið á flakavirkinum.
- Eg eri greið yvir, at tey mugu hava eitt arbeiði ella lærupláss her. Annars rýma tey. Og tey sum fáa sær eina útbúgving, tey koma neyvan aftur, tí tað er einki at koma aftur til.
Klárað skerini fyrr
Nú er meiri enn hálvonnnur vika síðani Marianna varð uppsøgd, og enn eru eingi útlit fyri at arbeiðspláss hennara verður latið uppaftur í bræði.
Hesa tíðina, hon hevur verið uttan arbeiði hevur hon ikki fingið tað stóra í lag. Hon hevur spurt seg fyri um nakað nýtt var at frætta um virkið og hon hevur sjálv verið á fundi í samband við hetta.
- Nei, hetta hevur ikki verið nøkur góð tíð. Eg havi bara gingið og malið rundan um meg sjálva, sigur Marianna, sum sigur seg vóna, at virkið kann lata uppaftur.
- Vit hava øll eina vón um at tað fer at henda. Vit hava fyrr verið í eldi og kláraðu tá skerini. Og eg vænti, at vit klára tað eisini hesaferð.
Øll eru niðurtyngd
Marianna er ikki millum tey, sum eru ringast fyri í Hvalba, tí maðurin hevur arbeiði og børnini eru farin heimanifrá. Men hann var sjálvandi keddur um, at konan misti sítt arbeiði.
Hann var eisini forferdiliga keddur um at tað skuldi henda so. Serliga tí hetta hendi í sjálvum jólamánaðinum. Kona hansara, Marianna er jú sjálv komin nakað til árs, so tað avmarkar møguleikarnar fyri útbúgving og tílíkum.
- Vit orka líkasum ikki at hugsa so langt fram í tíðina. Vit taka bara ein dag ísenn, sigur hon.
Hetta hevur ikki einans ávirkað heimið hjá Mariannu. Kring alla bygdina eru fólk sera hørm um støðuna og framtíðina hjá bygdini, sum ikki sær so ljós út. Øll bygdin er niðurtyngd av hesum.
- Hvussu skalt tú kunna savna tankarnar um nakað sum helst, tá tú verður koyrdur til hús eftir einari nátt? Hvussu við framtíðini hjá Hvalba? Hvat er Hvalba uttan eitt flakavirki?
- Vit hava bara fiskin. Vit hava trolarar, og teir hava givið nógv av sær. Og teir hava givið bygdini nógv. So kanska er ein ávísur møguleiki fyri at vit sleppa til arbeiðis aftur einaferð í framtíðini, sigur Marianna Poulsen.
Hon hevur luttikið á fundum um støðuna hjá flakavirkinum. Tey hava fingið eitt tilboð um framtíðina í virkinum, men enn er einki avgjørt í hesum sambandi.
Ímeðan bíðar fólkið í Hvalba eftir eini loysn, sum skal tryggja hvalbingum ein nýggjan dag. Og eitt trygt arbeiðspláss. Eina trygga framtíð.