- Eg vil verða ein aktivur floksformaður

Á landsfundi Sjálvstýrisfloksins, sum hildin varð í Kappróðrarneystinum á Glyvrum, 25. januar, varð Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, valdur til nýggjan floksformann. Eyðun Eltør, landsstýrismaður, sum hevur verið formaður í Sjálvstýrisflokkinum síðan seinasta landsfund, er nú næstformaður. Landsstýrismaðurin tók seg aftur til fyrimuns fyri løgtingsmannin.
Sosialurin hevur skift orð við nýggja floksformannin

Formansskifti

Kári P. Højgaard sigur, at formansskiftið fór fram í sátt og semju, og at landsfundurin var samdur um, at ábyrgd og avgerðir eiga at fylgjast í politiska starvinum.
  - Tingmaðurin er tann politiski myndugleikin, ið situr við ábyrgdini og avgerðunum, og tí helt landsfundurin tað vera rætt, at eg, sum einsamallur tingmaður floksins, eisini eri floksformaður. Haraftrat kemur, at ein landsstýrismaður kann missa sessin og sita frá degi til dags, meðan ein løgtingsmaður í minsta lagi situr seks vikur fram. Hetta er tíðin frá tí, at løgmaður kann útskriva nýval, til val verður hildið, sigur floksformaðurin.
  Undan Eyðuni Eltør, var Sámal Petur í Grund eitt stutt skifti formaður í flokkinum og undan honum, Helena Dam á Neystabø, sum tók seg úr flokkinum.
  Sjálvstýrisflokkurin hevur eina starvsnevnd, har Petur Olivur í Hoyvík, vanliga nevndur Gimpe, er formaður og eina landsnevnd, har Lassi Klein nú er formaður og Ása Olsen næstformaður. Næstformaður í starvsnevndini er Jan Joensen, sonur Asbjørn Joensen, sála. Landsnevndin er hægsti myndugleiki floksins, meðan starvsnevndin virkar sum ein arbeiðsnevnd undir landsnevndini. Formaður í landsnevndini undan fundinum, 25. januar, var Ronald Poulsen, sum hesaferð bar seg undan afturvali.

Aktivur formaður

Kári sigur, at hann fer at leggja dent á at vera ein aktivur floksformaður, og málið er at gera Sjálvstýrisflokkin meira sjónligan á politiska leikpallinum.
  - Tað er avmarkað, hvat ein einsamallur tingmaður kann gera, men vit hava eisini ein góðan landsstýrismann í olju-og umhvørvismálum. Eyðun Eltør er av tí gamla og góða skúlanum. Vit báðir hava eitt ógvuliga gott samstarv, og eg kann siga, at øvut orð er ikki fallið okkara millum. Kanska heldur hann lágan profil og ger ikki nógvan háva burtur úr tí, hann ger. Eyðun er hóvligur og arbeiðir í tí stilla, men eg haldi, at hann hevur rokkið góðum úrslitum sum landsstýrismaður.
  Kári vísir á, at Sjálvstýrisflokkurin, so hóvligur hann er, hevur havt stóran týdning í føroyskum politikki í nærum eina heila øld.
  - Tí eiga vit at seta øll segl til tess at gera flokkin meira sjónligan, nú kanning eftir kanning vísir, at flokkurin liggur undir sperrumarkinum. Vit mugu fáa fólk at skilja, at Sjálvstýrisflokkurin, sum er tann hóvligi flokkurin í miðjuni, er besta boð í føroyskum politikki. Okkara leiklutur í framtíðar politikki er eins týdningarmikil, og hann hevur verið farnu øldina.
  Hann sigur, at ein av høvuðsuppgávunum hjá honum sum floksformanni verður at styrkja lokalfeløgini kring um landið.
  - Vit hava feløg í Norðoyggjum, Eysturoy, Suðurstreymoy og smærri feløg í øðrum oyggjum, eitt nú í Vágunum. Neyðugt er, at hesi feløg gerast meira virkin við regluligum og upplýsandi fundum um ymisk evnir, sum røra seg í samfelagnum. Vit mugu koma á tal við fleiri fólk í lokalsamfelagnum og fáa at vita, hvat rørir seg har.

Yngst og elst

Kári vísir á, at tað hevur eydnast sjálvstýrisfólki at endurreisa Unga Sjálvstýri, har Kenneth Rasmussen nú er formaður, og Dan Lamhauge er næstformaður.
  - Unga Sjálvstýri er virkið og hevur longu fingið rættiliga nógvar limir. Tað fegnast vit sjálvsagt um. Vit eru spent eftir at síggja, hvat fer at spyrjast burtur úr hesum.
  Floksformaðurin sigur, at Unga Sjálvstýri fer at taka upp mál, ið rørast millum tey ungu, eitt nú útbúgvingarmál og tað at seta føtur undir egið borð.
  Sjálvstýrisflokkurin hevur annars longu havt tveir fundir síðan landsfundin fyri 14 døgum síðan, og á hesum fundum hevur flokkurin arbeitt við eini arbeiðsætlan um, hvussu virksemið skal fara fram.                   
  - Flokkurin er fyri øll, bæði ung, tilkomin og eldri. Vit tala ikki fyri áhugamálum hjá nøkrum serstøkum bólki í samfelagnum. Tí eru øll, sum taka undir við grundsjónarmiðjum floksins, vælkomin at stuðla okkum í okkara hóvliga politiska arbeiði fram ímóti einum sjálvbjargnum Føroyum, sigur Kári.
  Hann heldur, at orsøkin til, at flokkurin er dottin burtur ímillum teir stóru flokkarnar, í fyrsta lagi er kjakið um loysing og samband og um høgra og vinstra.
  - Men líkt er til, at kjakið um loysing og samband verður minni, nú løgmaður hevur sett út í kortið eitt nýtt "modell" í strembanin eftir størri sjálvræði í Føroyum. Nú er ætlanin, at føroyingar skulu kunna yvirtaka øll mál, eisini tey, sum liggja uttanfyri a og b-málini. Hetta eru mál í tí sonevnda gráa geiðranum, sum ikki eru diffineraði sum a ella b-mál. Øll hesi skulu savnast í eini yvirtøkulóg, so vit kunnu yvirtaka tey, so hvørt vit ynskja tað, og ráðini eru til tess.

Fólkakirkjan

Kári heldur ikki, at neyðugt er at stríðast við danskar myndugleikar um yvirtøkur.
   - Lat okkum fyrst verða samd her heima í Føroyum og fyrireika okkum væl til tær yvirtøkur, sum skulu koma. Signalini frá dønum eru greið. Teir hava ikki so nógv ímóti hesum yvirtøkum, um málini verða væl fyrireikað, hava undirtøku í føroyska fólkinum, og vit gjalda fyri yvirtøkurnar sjálvi.
  Floksformaðurin vísir á, at yvirtøkan av fólkakirkjuni er eitt typiskt mál, har einki politiskt er til hindurs fyri at yvirtaka kirkjuna. Vit skulu gera okkara heimaarbeiði liðugt sambært samgonguskjalinum, soleiðis at kirkjan verður yvirtikin í samráð við allar partar, ið eru tengdir at málinum.
  - Her er longu stórt arbeiði gjørt og tað, sum eftir er at gera, eiga vit at fremja í sama anda sum við øðrum yvirtøkum. Vit eiga ikki at byrja við úrslitinum og áseta ein dag fyri tílíkari yvirtøku, men gera okkara heimaarbeiði fyrst, væl og virðiliga í samráð við tey, sum varða av. Tað týdningarmesta er at fáa gjørt tað, sum gerast skal, eins og vit mugu finna út av, hvussu kirkjan skal verða framyvir.         

Breið undirtøka

Kári sigur, at sum er, er fólkakirkjan undir donsku grundlógini, men hann reisir spurningin, hvussu verður, tá ið hon er yvirtikin, og vit enn ikki hava fingið okkara tilsvarandi lóg her heima.
  - Eg trúgvi ikki, at prísirnir á prestagørðum og annað verður nakar trupulleiki, tá ið saman um kemur. Slíkt er meira proforma, sigur hann.
  Floksformaðurin heldur, at hugskotið hjá landsstýriskvinnuni, Annlis Bjarkhamar, um at gera eina arbeiðsætlan í samband við yvirtøkuna, er gott.
  - Allir partar hava sagt seg sinnaðar at fáa hesa yvirtøku frá hondini, og bæði innanfyri og uttanfyri kirkjugátt er undirtøka fyri hesum, um rætt verður atborið. Vit eiga at ansa eftir ikki at skapa ótryggleika, men fara konstruktivt í gongd við at loysa málið úr røttum enda, sigur Kári.
  Hann sigur, at politisku flokkarnir skulu taka sær av tí politiska partinum, meðan juristar hóskandi kundu tikið sær av tí løgfrøðisliga partinum.
  - Verða spælireglurnar fylgdar, er breið undirtøka fyri at yvirtaka fólkakirkjuna, sigur floksformaðurin.
  Nú arbeiðið við føroyskari grundlóg er lagt fyri tingið, vísir Kári á, at fólkakirkjan, sum er undir donsku grundlógini, ætlandi verður ankrað í føroysku lógini - hvussu henda lóg so enn kemur at kallast, grundlóg ella føroyalóg.
  - Vit hava eina fólkakirkju í Føroyum, sum eftir mínum tykki eigur at vera á fíggjarløgtingslógini. Ætlaðu vit í staðin at hava eina fríkirkju, noyðist kirkjufólkið sjálvt at gjalda fyri sína egnu kirkju - og tá hava vit ikki longur eina fólkakirkju í Føroyum.

Hugburðurin

Sjálvstýrisflokkurin er av teirri áskoðan, at so hvørt haldgott grundarlag er fyri yvirtøkum, eiga vit stigvíst at átaka okkum tær uppgávur, sum enn ikki eru á føroyskum hondum.
  - Tað er so ógvuliga týdningarmikið, tá ið yvirtøkur skulu fremjast, at hugburðurin í fólkinum er hin rætti. Fólkið eigur at vera fyri yvirtøkum, tá ið hesar verða framdar, soleiðis at vit ikki bert hava helmingin av fólkinum aftanfyri okkum - og hin helmingin ímóti okkum. Einasti máti er at skapa tryggleika og forstáilsi fyri tí, sum gjørt verður á hesum øki. Er ferðin ov nógv, vendir fólkið okkum bakið. Vit eru í einari slíkari "prosess" nú, at rætt má farast fram. Annars missa vit alt tað góða á gólvið, og tað hevði verið stórt spell. Við hóvligari ferð vinna vit langt.
  Floksformaðurin vísir á, at sama er galdandi, nú landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, hevur lagt fram, hvussu arbeiðast skal víðari við eini føroyskari grundlóg.
  - Her er stórt arbeiði gjørt av teirri nevnd, sum hevur arbeitt við hesum máli. Sjálvandi eru allir flokkar ikki samdir um alt og hava gjørt sínar viðmerkingar, men málið hevur sum heild breiða politiska undirtøku. Ósemjan hevur serliga staðist av, hvussu "barnið" skal eita - um navnið skal verða ein grundlóg ella føroyalóg. Spurningurin er eisini, um tað letur seg gera at hava tvær grundlógir í sama ríki. Somuleiðis eru flokkar ósamdir um, hvørt tað er rætt at hava eitt stórt síðuleypandi ráð við so stórari umboðan, sum skotið er upp.
  Kári sigur, at enn er eitt stórt arbeiði eftir at gera, áðrenn lógin kann samtykkjast, og hann væntar, at arbeiðast skal ógvuliga støðugt, um ætlaða tíðarætlanin skal halda.
  - Men tað er ynskiligt, at hetta mál kemur undir land í hesum valskeiðnum, sigur hann.

Ikki 80, men 50

Formaður Sjálvstýrisfloksins sigur, at samgonguavtalan, sum landsstýrisflokkarnir arbeiða eftir, tekur fleiri stig móti størri sjálvstýri í Føroyum.
  Tá ið hann verður spurdur, hvar Føroyar sum fullveldi er havnað í ætlaða yvirtøkupolitikkinum, sum nú er á tapetinum, sigur hann:
  - Fullveldið er ein avgerð, sum Føroya fólk kemur at taka tann dag, tíðin er búgvin til tess. Tað, sum vit nú arbeiða fram ímóti, er at gera okkum fíggjarliga óheftar av dønum.
  Kári vísir enn einaferð á, hvussu umráðandi tað er, at slík stig hava undirtøku í fólkinum, soleiðis at fólkið ikki skilir seg í tveir líka stórar partar í hesum spurningi.
  - Eg haldi, at allir politiskir flokkar í dag ynskja, at føroyingar kunnu standa á egnum beinum fíggjarliga. Men koyra vit 80 km. um tíman, tá ið vit áttu at koyrt 50, ræða vit fólk og fáa ikki neyðugu undirtøkuna fyri tí, vit gera. Tað eru tey, sum halda, at tað gongur ov skjótt, og at vandi er fyri vælferðini, um vit ikki settu ferðina niður. Vóru vit búgvin til fullveldið, trúgvi eg ikki, at nakar hevði verið ímóti, men vit noyðast eisini at lurta eftir fólkinum, sigur floksformaðurin.

Gjalda skuld

Kári vísir á, at skuldin hjá okkum til danska statin er smáar 4 miljardir, og við árslok 2002 áttu vit 2,3 miljardir í Landsbankanum.
  - Uppgávan hjá okkum eigur at vera at fáa skuldina til danska statin av vegnum so skjótt tilber, tí skuld er eisini binding. Skulu vit hava politiskt frælsi, mugu vit eisini hava fíggjarligt frælsi.
  Hann sigur, at føroyska samfelagið rindar umleið 350 milj. krónur til danska statin um árið fyri rentur og avdrøg.
  - Tá ið vit eru leysir av hesi binding - vónandi skjótari enn ætlað, hava vit meira pening av ráða yvir, sigur Kári P. Højgaard.
...
 Vit kunnu skoyta uppí, at Kári Post, sum hann verður róptur í heimligum umhvørvi, hevur gingið við posti í 30 ár. Hann byrjaði at ganga við posti, 1. august 1971 og gavst sjálvan 30 ára dagin, 1. august 2001.
  - Tingarbeiði krevur so nógv, og tekur so langa tíð, at eg avgjørdi burtur av at taka mær av hesum. Tað er heldur ikki so lætt at vera einsamallur tingmaður í einum flokki.
  Síðan Kári gavst at bera út post, hevur hann hendingaferð verið aftur á gomlum gøtum, tá ið tørvur hevur verið á fólki.
  - Men tímarnir í mínum gamla starvi síðsta ár vóru fáir, sigur nýggi floksformaðurin, sum tekur politisku uppgávuna í størsta álvara.
  Honum dámar væl at vera á báti - og ein slíkan túr av og á noyðist Kári kortini at geva sær stundir til.