Kristian Martin útlærdur húsavørður

- Útbúgvingin sum húsavørður er ein sera fjølbroytt útbúgving, har tú fært grundleggjandi vitan um umsiting av hita- og ventilatiónsskipanum, el- og vatnveitingum

 

Hósdagin hin 8. mai fekk Kristian Martin Elmelund Kjærbæk handað lærubræv, nú hann er útlærdur húsavørður. 

 

Í hesum sambandi var ein lítil hátíðarløta saman við starvsfeløgum á kommunuskrivstovuni.

 

- Útbúgvingin sum húsavørður er ein sera fjølbroytt útbúgving, har tú fært grundleggjandi vitan um umsiting av hita- og ventilatiónsskipanum, el- og vatnveitingum.

 

Soleiðis siga tey í Kvívíkar kommunu, har Kristian Martin hevur verið í læru.

 

Lagt verður aftrat, at í lærutíðini sum húsavørður lærir tú um viðlíkahald av bygningum, at gera smærri umvælingar og at samstarva við handverkarar í sambandi við størri uppgávur og ymiskt annað.

- Vit ynskja Kristian Martini hjartaliga tillukku við útbúgvingini og blíðan byr á yrkisleiðini, siga tey í Kvívíkar kommunu.