Samrøða
"Øssur Mohr maler den overvældende natur. Den er lige uden for hans vinduer i Fuglefjord. Der, hvor lyset skifter, vejret skifter, farverne skifter, og det hele kan være så dramatisk anderledes på minutter og sætter så store spor i sjælen. Naturen er uundgåelig storladen, men også truende. Men Øssur Mohr får det hele med? varmt og inspireret spiller kunstneren ud i en koloristisk rigdom af farver. Man mærker hans ihærdighed og følsomhed eksponeret helt ud?"
Hetta er skoðsmálið, sum Randi Ottosen gevur fuglfirðinginum, Øssuri Mohr, í Kunstavisen.
Leygardagin komandi fer hann aftur í sving, og enn einaferð sýnir hann fram í Danmark.
Hesaferð verður tað í Galleri Sct. Gertrud, sum liggur við Hyskenstræde 9, beint við Strøgið mitt í Keypmannahavn.
Við til ferniseringina, sum verður frá kl. 13-17, verður fuglfirðingurin, Stanley Samuelsen, sum fer at syngja og spæla guitar.
Framsýningin í Sct. Gertrud verður opin frá týsdegi til fríggjadag, kl. 14-17.30 og leygardagar frá 11-14 fram til 6. mars, tá ið hon letur aftur.
Skiftandi ljós
Øssur sigur, at hann hevur einar 25 oljumálningar á framsýningini. Hesir eru ymiskir til støddar og eru allir málaðir seinast í 2003 og nú í 2004.
- Øll motivini eru úr okkara náttúru og landslagi. Hetta eru ikki heilt náttúralistiskir málningar; teir fara eitt sindur yvir í tað abstrakta, men kunnu kortini ikki sigast at vera abstraktir. Hetta eru inspiratiónir og litkompositiónir úr Føroyum. Á fakmáli verður stílurin róptur ekspressionisma ? nevniliga tað, sum liggur ímillum tað náttúralistiska og tað abstrakta.
Listamálarin sigur, at tað er serliga skiftandi ljósið og litirnir, sum geva honum íblásturin. Málningarnir eru trídimensjonalir, har bygdin oftast liggur fremst á myndini, síðan fjallið og at enda luftin í bakgrundini.
- Mær dámar væl at mála ljósið og glottarnar, sum stinga seg niður ígjøgnum myrku skýggini og speglast í sjónum. Hesar løturnar eru ofta stuttar, men tær eru ógvuliga hugtakandi.
Øssur sigur, at hann hevur verið rættiliga hugtikin av hesum ljósspæli seinastu árini, og seinasta árið eru litirnir serliga farnir nógv yvir í tað bláa.
- Men tað er heldur ikki soleiðis, at eg bara máli við bláum. Teir grønu, gulu og ljósu litirnir eru eisini við.
Tað er ikki so sjáldan, at Øssur málar uttan skitsu.
- Tað er torført at greiða frá, hvussu summir málningar gerast til veruleika. Viðhvørt byrji eg bara at mála og seta litir á, og tað er ikki altíð, eg kenni úrslitið, fyrr enn málningurin er liðugur.
Hann sigur, at hann hevur oftast fleiri málningar í gongd í senn.
Stórur áhugi
Øssur hevur gjøgnum árini havt fleiri framsýningar á Galleri Sct. Gertrud, har fleiri norðurlendingar gjøgnum árini hava sýnt fram síni listarligu avrik. Ein annar føroyskur listamaður, Amariel Norðoy, hevur verið við á Sct. Gertrud í eini 25 ár.
Tað eru eini 10 ár, síðan Øssur fyrstu ferð var við á eini framsýning í Danmark, og lunnarnir vórðu lagdir á Sønderjydsk Kunst-og Kulturcenter í Suðurjútlandi.
Síðan tá hevur listamálarin úr Fuglafirði á hvørjum ári verið við á framsýningum í Danmark, har áhugin fyri føroyskari list er rættiliga stórur. Vanliga vitja nógv fólk føroysku framsýningarnar í Danmark.
Í januar í ár luttók Øssur saman við umleið 200 øðrum listafólkum á Art Herning í Herning Kongrescenter. Á hesi árligu framsýningini vóru eisini onnur listafólk úr Føroyum við, eitt nú Amariel Norðoy, Kári Svensson og Maiken á Grømma, sum býr í Danmark.
- Eini 30 ymisk gallaríir úr Danmark, sum mynda Dansk Galleri Sammenslutning, stóðu saman um hetta stóra tiltak, sum bert var opið eitt vikuskifti. Tey vitjandi vóru eini 15.000 í tali.
Art Herning er hvørt ár í januar, og um heystið er líknandi framsýning í Forum í Keypmannahavn.
Øssur heldur, at tað er áhugavert at vera við til slík tiltøk, tí tey eru so ógvuliga umfatandi og kunnu geva tær ymiskan íblástur.
Angrar ikki
Men hvussu bar tað so á, at Øssur Mohr fór at mála?
- Eg haldi ikki, at eg sum skúlanæmingur teknaði ella málaði meira enn aðrir dreingir á mínum aldri. Eg fekst nógv við ítrótt, og eitt nú dømdi eg í fyrstu deild í eini 10 ár. Tá ið eg byrjaði at fáa familju, helt eg, at tað var keðiligt at vera burtur hvørt vikuskifti. Eg fann tí í 1989 uppá at tekna meg til máling og list hjá Jóannesi S. Hansen. Har gekk eg fyrst í ein vetur og gjørdist bitin av listini. Næstu tveir vetrarnar gekk eg í FuglafirðI ? og tá fekk eg rættiligt "blóð á tonna", sum tikið verður til.
Øssur, sum er útbúgvin radiomekanikari, sigur, at hann hevði alla tíðina arbeiði við síðuna av listini ? heilt fram til ár 2000.
- Eg seldi eykalutir til bilar hjá Esmar Simonsen á Kambsdali.
Men í ár 2000 hevði hann hug at leggja seg eftir listini burtur av og avgjørdi, sum hann sjálvur tekur til, "at leypa út í tað".
- Nú havi eg málað í eini 14 ár, harav seinastu trý árini burtur av. Eg angri ikki eina løtu, at eg legði meg eftir listini burtur av, sigur Øssur.
Hann hevur ongantíð longst útaftur á vanliga arbeiðsmarknaðin.
- Sjálvur haldi eg, at eg havi verið heppin. Tað hevur gingist mær ógvuliga væl, og fólk hava tikið væl ímóti tí, eg havi gjørt. Tað eri eg ógvuliga fegin um, tí hetta hevur sjálvandi verið viðvirkandi til, at mær ikki hevur longst útaftur á arbeiðsmarknaðin.
Egnan stíl
Hóast listamálarar kunnu líkjast í tí, teir gera, má sigast, at Øssur hevur funnið sín egna stíl.
- Sum eg segði í byrjanini, eri eg í mínum listarliga arbeiði serliga hugtikin av náttúruni og landslagnum, men kortini kemur nógv av ti, tú ger, innan úr tær sjálvum. Tað eru ofta teir myrku dagarnir, sum geva mær íblástur ? dagarnir, tá ið ljósið knappliga skjýtir seg niður ígjøgnum skýggini. Og so er ljósið burtur aftur. Hetta sigur okkum, hvussu skjótt alt gongur, sigur Øssur Mohr at enda.