Norðurlendsk ráðstevna um havferðavinnu

NORA og Visit Faroe Islands skipa fyri áhugaverdari ráðstevnu, sum leggur dent á møguleikarnar innan havferðavinnu í Norðatlantsøkinum,  21. og 22. oktober á Hotel Føroyum.

Nýskapan og menning innan havferðavinnu er ein av lyklunum til burðardygga menning í Norðuratlantsøkinum. Havið hevur ein ómetaliga stóran týdning í økinum – landafrøðiliga, búskaparliga og mentanarliga. Tó speglast hetta ikki aftur í útboðnum av upplivingum kring Norðuratlantshavið, ið ofta eru avmarkaði til fiskitúrar og aðrar siðbudnar upplivingar.

 

Spurningurin er tí: Hvussu kunnu vit menna fleiri nýskapandi og burðardyggar upplivingar á sjónum ella við tilknýti til sjógvin? Og hvussu tryggja vit, at hesar eru burðardyggar og skapa langtíðar virði fyri samfelagið? Hetta fara norðurlendskir og altjóða serfrøðingar innan økið at umrøða á ráðstevnuni “An Ocean of Opportunities” sum NORA og Visit Faroe Islands skipa fyri í Havn 21. og 22. oktober í ár.

 

Millum høvuðsrøðarnar á ráðstevuni eru Laura Storm, sum World Economic Forum hevur havt á teirra lista yvir ungar altjóðar leiðarar og hvørs serfrøði er at stuðla leiðarum og fyritøkum í at leggja um til regenerativar mannagongdir, og Cillian Murphy, sum hevur staðið fyri ferðavinnumenningini á Loop Head hálvoynni í Írlandi, ið tók støði í burðardyggum loysnum við sterkum kjølfesti í lokalsamfelagnum.

 

##med2##

 

Eisini vera framløgur sum umrøða, hvussu vit kunnu tryggja at ferðavinnan tekur neyðug náttúrufyrilit, og hvussu hon kann vera við til at menna vinnuna og økið, har hon tekur seg upp. Umboð frá Azorunum greiða frá, hvussu ferðavinnan hevur verið við til at verja náttúru- og mentanararvin í havinum, og Rasmus Johnsen úr Danmark fer at greiða frá, hvussu økið kring Thy er broytt frá at vera fiskivinnustaður í afturgongd, til eitt altjóða viðurkent surfarastað, sum ungar familjur flyta til. Heilt úr USA kemur eisini Jaclyn Robidoux at greiða frá Maine Oyster Trail; eini serlig verkætlan, sum hevur vunnið viðurkenning og altjóða umrøðu fyri at samantvinna burðardygga alivinnu og ferðavinnu.

 

Á ráðstevnuni verða eisini ein røð av styttri framløgum, har veitarar úr øllum Norðanlondunum greiða frá,  hvussu tey ítøkiliga arbeiða við nýskapandi ferðavinnutilboðum, sum so ella so eru tengd at havinum, og hvussu tey samstundis tryggja, at teirra virksemi gagnar bæði náttúruni, vinnuni og íbúgvunum á staðnum.

 

Ráðstevnan er ætlað starvsfólkum í ferðavinnuni, lands- og kommunupolitikarum, myndugleikum og teimum, sum hava áhugað í ferðavinnuni.

 

##med3##

 

Nærri kunning og tilmelding er á heimasíðuni hjá NORA www.nora.fo/an-ocean-of-opportunities-2025