VIDEO: Síggj Elias skjóta góð mál móti Melsungen

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum THW Kiel-Melsungen 31-29 (17-12)

10.285 áskoðarar í Wonderino høllini í Kiel sóu leygarkvøldið Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vinna 31-29 á Melsungen. Í fyrra hálvleiki lá væl fyri hjá heimaliðnum, ið var á odda 17-12 í steðginum.

 

Elias var við átta málum toppskjútti hjá Kiel. Elias var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál, og eitt sonevnt "steal". Tað er tá ein leikari megnar at fanga bóltin frá liðnum, ið er í álopi.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá DYN Handball frá dystinum THW Kiel-Melsungen 31-29 (17-12). Nøkur sera góð mál hjá Eliasi síggjast í brotinum:

 

##med2##