Orsaka.
Henrik Sass Larsen dregur eitt pappír fram og tekur brillurnar uppá, meðan hann síni seinastu orð í býarrættinum í Keypmannahavn, har hann er skuldsettur fyri at hava kynsligt tilfar við børnum.
Hann hevur havt fleiri enn 6.200 myndir og 2.200 video í varðveitslu, sum hann sigur seg hava hugt at, tá hann leitaði eftir sær sjálvum.
– Eg fari at biðja tykkum øll, sum hava verið fyri misnýtslu, um umbering. Eg kenni nógv av tykkum og havi tosað við tykkum, sigur hann, og biður eisini øll tey, sum hann hevur arbeitt saman við gjøgnum árini, um umbering:
– Eg havi skatt okkara mál og okkara felags arbeiði.
Hann biður eisini familjuna um umbering.
– At enda ein umbering til míni kæru og mína familju. Eg havi sett tykkum øll í eina ótolandi støðu, sigur hann.
Henrik Sass Larsen vil frídømast í málinum.
Hann hevur greitt frá, at hann í 2018 fekk ein teldupost við leinkju til eitt video. Sambært Sass vísti tað, at hann sum barn varð neyðtikin av einum manni. Hann fekk síðani nýggja leinkju við øðrum álopi.
Hann leitaði síðani eftir sær sjálvum í álopstilfari á netinum, hevur hann greitt frá.
Ákærin heldur tó, at hann eigur at verða dømdur í minsta lagi fýra mánaðar fongsulsrevsing í málinum.
Dómurin verður sagdur nú á middegi, klokkan 13 danska tíð.
/Ritzau/