Vágs kommuna er farin undir eina tilgongd at skipa eina nýggja moldgoymslu, nú moldgoymslan í Porkeri verður stongd.
- Moldgoymslan verður staðsett á matr. 27 og matr. 471b vesturi á Eiðinum, har gamla moldgoymslan lá.
Í Vágs kommunu siga tey, at moldgoymslan verður gjørd í ymiskum stigum, soleiðis sum heimasíðan vísir á.
Á heimasíðuni kann trýstast á eina leinkju, soleiðis at tekningar koma fram sum vísa, hvussu ætlanin hjá kommununi sær út.
- Vit samtyktu hin 25. september at leggja ætlanina út til hoyring, tí ætlanin hevur almenna áhuga og kann ávirka onnur enn nærmastu grannar.
Á heimasíðuni - www.vagur.fo - liggur kunning um, hvussu viðmerkingar kunnu sendast, og freistin er innan 7. november 2025.











