HC Keypmannahavn er í tungum sjógvi

Føroyingaliðið hevur framvegis fyrsta sigurin til góðar

Mynd: HC Keypmannahavn

Aftaná níggju umfør hevur liðið hjá Leivi Mortensen, Jónasi G. Djurhuus og Janusi Dam Djurhuus, HC Keypmannahavn framvegis fyrsta sigurin til góðar í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í høllini í Bavnehøj Arena tapti HC Keypmannahavn greitt 22-30 fyri útiliðnum, TIK Taastrup. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á. Tá var støðan javnleikur 12-12. 

 

Leivur skoraði fýra mál, Jónas skoraði tvey mál, og Janus skoraði eitt mál.

 

HC Keypmannahavn er á aftasta plássinum í deildini við bert tveimum stigum. 

 

Vendsyssel tapti á heimavølli - uttan Kjartan Johansen á liðnum - 28-32 (15-17) fyri Odder.

 

Vendsyssel er nummar seks í deildini við 10 stigum. 

 

 

 

 

 

Mynd: HC Keypmannahavn