Á skránni verða bæði altjóða og føroyskir tónleikarar at uppliva. Millum nøvnini eru italsku tónleikararnir Gianluca Magnani og Fabio Bonvicini, sum bjóða eina ókeypis barnakonsert við sýningini Unci dunci trinci, kraftmikli blues-, rock- og countrybólkurin South of Savoy, okkara egni Esmar hitar upp, Teitur og danski indie-jazzbólkurin Girls in Airports við framførsluni av plátuni Kvæði, altjóða viðurkendi jazzbólkurin Wako, og ikki minst Ragnar Finsson, sum fyri fyrstu ferð verður at hoyra í egnum navni í Listastovuni.
Eisini verður nógv at gleða seg til fyri punk- og rokkfjepparar, tá íslendski kultbólkurin HAM og føroyski 200 hittast aftur á pallinum í Miðvági.
Við hesi spennandi og fjølbroyttu skránni bjóðar Listastovan til eitt heyst fult av stórum tónleikaupplivingum.
Allar konsertirnar eru at finna inni á www.atgongumerki.fo og nærri kunning á facebook síðuni hjá Listastovuni.