– Tað fór at líkjast eini herferð ímóti mær, sigur Todi Jónsson millum annað í nýggjari bók, sum Sólvit Nolsø hevur skrivað.
– Eg fór undir at skriva bókina, tí eg haldi tað koma alt ov fáar ævisøgur og endurminningar út frá føroyingum, sum hava spennandi søgur at siga frá.
Tað eru helst fleiri, sum framvegis meta Toda Jónsson at vera besta føroyska fótbóltsspælara. Eisini hóast tað eru eini 20 ár síðan, hann gavst at spæla fótbólt. Hann er uppvaksin í Klaksvík og spældi í sínum ungu árum við KÍ, greiðir Sólvit Nolsø frá.
Í 1993 spældi Todi eitt hálvt ár við B36, men flutti niður til Danmarkar á sumri í 1993. Í Danmark spældi hann við Lyngby og FC København, sum hann vann fleiri meistaraheitir og steypakappingar við. Hann endaði sína yrkisleið í Norra, har hann spældi hálvtannað ár við felagnum Start úr Kristiansand.
##med2##
##med3##
Tá hann gavst sum spælari, keypti Todi saman við øðrum felagið Fremad Amager. Teir løgdu saman við øðrum feløgum av Amager, og kallaðu nýggja felagið FC Amager. Ætlaninar vóru stórar, og nógvir pengar fóru í verkætlanina, men tá fíggjarkreppan rakti, datt alt á gólvið, og felagið fór á húsagang.
– Tað, ið eg vildi vita meira um, var tað, sum hendir handan almennu leiktjøldini. Dystarfrásagnir og stigatalvur kunnu øll finna fram, sum hava áhuga í tí, sigur Sólvit Nolsø.
##med4##
##med5##
Lesið samrøðu við Sólvit Nolsø, sum hevur skrivað ævisøguna um Føroya kendasta fótbótlsspælara, Toda Jónsson.
##med6##
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.
















