- Vit vilja spæla tónleik fyri fólkinum. Men tað skal vera fyri fólki, ið dámar okkara tónleik. Eg vil heldur spæla fyri 10 persónum, ið veruliga dáma mín tónleik, enn fyri 100 persónum, ið bara lurta fyri at lurta, ella sum bara koma fyri navnið, sigur Filip Mortensen, sangari og gittarspælarí í The Ghost
Føroyskur tónleikur ger nógv um seg úti um landoddarnar. Ein av bólkunum, ið øgiliga skjótt klívur upp stjørnustigan, er The Ghost. Men hetta er eisini ein bólkur, ið vit hoyra lutvíst lítið um her heima. Nú er tíðin komin til at varpa ljós á ungu mennirnar handan bólkin; Filip og Urbanus, ið eru so ymiskir av lyndi og í stíli, sum nøvnini hjá teimum benda á.
Ger tað frá hjartanum
Filip Mortensen er sangari og gittarspælari í The Ghost. Spurdur, hvat hann vil við tónleikinum, leggur hann hart út við at greiða frá hjartamálum sínum.
- Um tú gert tað, ið tú gert, frá hjartanum, skal tað nokk ganga. Fyri at kunna tað, er neyðugt at seta sær mál, høg mál. Eg havi fyrr verið í tí støðuni, at eg havi sett mær ov stutt mál, og tað kom eisini aftur um brekku. Eg haldi, at tað er eitt rættiliga typiskt føroyskt fyribrigdi at bíða og ikki ordiliga vita ella tora. Við The Ghost avgjørdi eg beinanvegin, at hetta skuldi eg gera 100 prosent.
- Vit eru komnir langt uppá stutta tíð. Tað, sum vit hava viljað, hava vit gjørt. Vit settu okkum nøkur rættiliga abitiøs mál á sumri í fjør og fingu strike hvørja ferð. M.a G! 2007, at spæla uttanlands, áðrenn árið var av, og at sleppa á Iceland Airwaves festivalin, sjálvt um skráin var full. Alt hetta gekk upp, sjálvt um odsini vóru ímóti. Eg vildi mett, at mann náddi hetta uppá uml tvey ár, men vit eru her nú, sjálvt um bólkurin ikki eingongd er eitt ára gamal. Eitt blaðfólk fyri Billboard Magazine kærdi okkum enntá at vera »evenings best act« tað eina kvøldið á Iceland Airwaves, og tað er eitt stórt herðaklapp at fáa.
- Vit hava tó ikki bara havt eydnuna við okkum. Vit hava fingið nógv fleiri nei enn ja. Men vit velja at síggja tað positiva og at brúka tað til at koma longur fram, tí tú fært einki burturúr at seta teg at stara í eitt nei. Tú steðgar upp, um tú gert tað. Tú mást bara leypa avstað, halda høvdið kalt og gera tað, sum tú vilt.
Lokkandi sáttmálar
- Vit hava fingið nøkur tilboð um plátu- og promotionsáttmála. M.a frá Sunday Best, sum er eitt útgávufelag hjá BBC Radio 1. Hetta er ein góður sáttmáli, ið inniheldur nógv spennandi, m.a at blíva promoveraður í París við serligum konsertum, har ið mong stór nøvn, sum t.d Mika hava framført. Tað er ógvuliga lokkandi at taka av beinanvegin, men okkara bakland hevur rátt okkum til at bíða eitt sindur, tí sáttmálin kann blíva enn betri, sigur Filip.
- Um teir veruliga vilja, so geva teir okkum betri sømdir. Og eru hesir ikki við uppá at bjóða meira, so eru onnur, ið liggja klár við einum dokumenti til okkum, ið gevur okkum størri og betri møguleikar. Vit mugu sjálvandi velja tað besta. Tí ansar mann ikki eftir, kann mann enda við at vera fastur í einari avtalu, ið kundi verið nógv betri, leggur Urbanus afturat.
Stjørnurnar hugsa eins
Filip skrivar tekstirnar, Urbanus ger programmeringarnar. Onkuntíð báðir, onkuntíð ein. Tað er pláss til báðar, sum er ógvuliga gott, tí teir eru ymiskir. Hendan samansetingin av mótpólum skapar eitt egið ljóð, ein samleika, ið sker seg burturúr og ikki ljóðar sum nakað annað.
- Tá vit skriva tónleik, er tað oftast soleiðis, at eg finni uppá eitt riff. Urbanus kemur við einari programmering, og so kemur teksturin. Ofta hugsi eg, at tað er eitt sindur amatørsligt at gera tað uppá ein so tilvildarligan máta. Men tá vit vóru á Iceland Airwaves, fingu vit staðfest, at tað er soleiðis hjá øðrum eisini. Vit møttu Bloc Party í einari barr og settu okkum at práta. Eg mátti spyrja teir, hvussu teir gera, tá teir gera tónleik, og eg fann útav, at teir hugsa akkurát líka sum vit, tá teir skriva sangir. At tú finnur uppá eitt riff, og so tekur tú tað víðari. Tað er stuttligt at finna útav, at tað ikki er so nógv øðrvísi hjá stjørnunum. At ein kann relatera til so kendar persónar, sigur Filip smílandi.
Tá himmalin dettur niður
Spurdur, hvør boðskapur liggur í tekstunum, sigur Filip heilt greitt:
- Ein segði við meg einaferð, at tú selur meira, um tú skrivar fúlar og ógvusligar tekstir. Eg svaraði, at tað vil eg ikki, tí tað er ikki tað, ið eg føli. Eg skrivi tekstir um kenslur, tankar og samfelag við fólk. Ein stórur partur av boðskapinum er andaligur. Um at Gud kennist nær ella langt burturi, men í grundini er tað andaligt, óansæð hvat evni, talan er um. Eg var eitt sindur bangin fyri at hava tann religiøsa boðskapin við at byrja við, men fólk hava verið positiv mótvegis hesum. Eg haldi, at tað er tí, at tað andaliga verður brúkt súmbolskt, soleiðis at fólk, ið ikki eru trúgvandi, eisini kunnu relatera til tað. Td í reglunum »I must be ready to see the sky fall down« og »Don't fear the lions« liggur nógv meira goymt enn bara ein andalig uppfatan. At tú ikki skalt óttast forðingar. At einaferð endar heimurin, og hvat hendir so?
Nógv jørn í eldinum
- Vit spæla ikki so nógv í Føroyum fyri tíðina, men royna at fáa so nógvar møguleikar úti um landoddarnar, sum gjørligt. Vit hava júst verið í London og spælt tvær væleydnaðar konsertir. Harav eina, sum plátufelagið Wall of Sound, ið m.a gevur út fyri Röyksopp og Mogwai, skipaði fyri. Ein, ið arbeiðir har, kontaktaði okkum, tá hann hevði sæð okkum á einum hitt-lista hjá NME (Tónleikablað í Onglandi síðani '50ini, blaðkv) beint undir Justin Timberlake. Honum dámdi væl okkara tónleik og bjóðaði okkum yvir, svarar Urbanus, tá eg spyrji teir, hvat teir eru í gongd við í løtuni. Filip greiðir víðari frá um, hvat fer at koma næst.
- Í vikuskiftinum skulu vit spæla í Århus Pakhus og á Nordklang Festival í Sveis. Í apríl skulu vit til Danmarkar at framføra við Boys in a Band á Norðuratlantsbryggjuni. Í juni til Glasgow. Vit hava fingið management samstarv í lag við SpotOn, hava samskifti við fleiri feitar bólkar um konsertferðir, remiksing av tónleiki og samstarv yvirhøvur. M.a við nøvn sum As in Rebekka Maria úr Danmark, Ra Ra Riot úr Amerika, FM Belfast og Jezebel úr Íslandi og Quit your Dayjob úr Noregi.
- Vit hava nógv jørn í eldinum í løtuni og fara at leggja alla orku í at fáa okkara tónleik út til fólk. Eg brúki nógva tíð uppá at fáa samband við fólk runt í heiminum, sum eru í tónleikavinnuni, at sleppa at spæla ymsastaðni og yvirhøvur at kasta nakrar bóltar upp í luftina og kanna av, hvør er við uppá at lofta teimum. Tað skal nógvur vilji og orka til, um nakað skal henda, og um tað skal henda skjótt. Og tí eru vit altíð til reiðar at leypa avstað, tá onkur kallar. Tá onkur kallar, merkir tað nevniliga, at fólk hava áhuga í okkum og vilja hoyra okkara tónleik. Og tað er einki, sum slær hesa lekru kensluna, ið tú fært, tá fólk vilja hava tað, ið tú gert.








