- Eg vil leggja dent á vakurleikan

- At yrkja hevur altíð verið mítt ítriv. Eg kann ikki lata vera, og tá ið tað eydnast mær, verði eg glaður. Ein yrking skal fyrst og fremst vera vøkur. Innihaldsliga kann hon bera tað ljóta og negativa fram, men uppá ein vakran máta kortini. Við árunum eri eg vorðin positivari. Síggi tað vakra í øllum. Tað er mín lívsáskoðan, sigur Alexandur Kristiansen.

Hann hevur yrkt umleið túsund yrkingar, og seinnu árini hevur hann flutt tað besta sum finst av klassiskum skaldskapi í Europa til føroyskt. Í dag verður Alexandur Kristiansen, skald og lærari í Fuglafirði, fimti ár

Hann hevur gávur, sum eru óvanligar. Hann er eitt lot, hann er eitt spegl av øllum, sum er uttan um hann, og kanska er tað júst hetta, hann vil sum yrkjari: gávumildur at endurgeva alt tað skiftandi og marglitta, sum er eyðkent fyri okkara tíð.

Soleiðis skrivar Gunnar Hoydal, rithøvundur, um yrkingar Alexandur Kristiansens í grein um føroysku yrkjararnar, ið komu fram í fimti- og sekstiárunum.

Alexandur Kristiansen er partur av ættarliðnum av yrkjarum, ið fyrstu ferð gjørdi vart við seg og gav út yrkingar, í seksti árunum. Talan var um seks ungar yrkjarar, ið tráddu nýggjar leiðir, gingu frá tí bundna stílinum, og sum slitu seg leysar frá skugganum av teim farnu.

Fyrsta savnið eftir Alexandur Kristiansen, Nón, ið kom út í 1968, tá ið hann bert var 19 ára gamal, er kortini ávirkað av eldri føroyskum skaldskapi.

- Eg var ikki so skjótur sum Steinbjørn B. Jacobsen, Rói Patursson og aðrir at taka tað nýggja til mín, og hóast eftirtíðin hevur mett meg sum part av nýggja rákinum, ið kom fram í seksti árunum, haldi eg ikki sjálvur, at eg havi fylgt teimum. Yrkingarnar í mínum fyrsta savni eru skrivaðar, tá ið eg var um 16-17 ára gamal og tá var eg meiri tradisjónellur. Men í næsta savninum, Assa, ið kom út árið eftir, royni eg at yrkja í meiri fríum stíli. Og tað helt eg fram við í nøkur ár, sigur Alexandur Kristiansen.

- Tað er øðrvísi og meiri bundið at yrkja í bundnum stíli. Tá skal samsvar vera millum form og innihald Tá ið tú yrkir í fría stílinum, krevur tað meiri av innihaldinum. Mær dámar bæði sløgini líka væl.


Føroyskar fyrimyndir

Longu sum heilt ungur var Alexandur Kristiansen hugtikin av at lesa bókmentir. Fyrimyndirnar vóru eldri føroyskur skaldskapur.

- Janus og Hans Andrias Djurhuus, og Pól F. Joensen hugtóku meg. Áhugin at lesa bókmentir vaknaði av álvara, tá ið eg var um 20 ára gamal. Tá fór eg at lesa útlendskar bókmentir eisini.

Í evnum er Alexandur Kristiansen, sum Gunnar Hoydal sigur í áður nevndu grein, skiftandi og marglittur, tá ið hann yrkir.

- Hvørt til sína tíð. Í sjeyti árunum var eg óvirkaður av donskum yrkjarum og tá yrkti eg nógv um sosial viðurskifti. Støðan í heiminum kveikti meg, og tað var eisini rákið tá. Savnið, Vár dagliga lív, ið kom út í 1979, er ein mynd av lívinum í sjeyti árunum, bæði her heima og aðra staðni. Tá strembaði eg onkursvegna ímóti at vera eitt sindur politiskur, eg var ein lítil atfinnari, men tað eri eg mestsum gingin frá. Í sjeyti árunum kom eitt annað skald fram, Jóannes Nielsen, ið fanst at og var politiskur í sínum yrkingum, og tað dugdi og dugir hann so mikið væl, at eg helt meg aftur, tí eg vildi ikki renna í hølunum á honum. Eg kom ikki uppá síðuna av honum tí viðvíkjandi.

- Seinni havi eg leitað meg fram til eitt enskt skald, John Keats, ið yrkti fyri 200 árum síðani. Hann var kendur fyri at vera uttanveltaður bæði átrúnaðarliga og politiskt. Alt óviðkomandi skal haldast uttan fyri yrkingina, segði hann, og tað havi eg roynt at arbeitt eftir síðstu árini hóast eitthvørt onkuntíð kemur undan kavi.

Hví hevur tú gjørt tað valið?

- Kanska tí, at eg innast inni ikki eri so atfinningarsamur. Eg vil leggja dent á vakurleikan. Ein yrking skal fyrst og fremst vera vøkur, og formur og innihald skulu samsvara. Innihaldsliga kann ein yrking bera tað ljóta og negativa fram, men uppá ein vakran máta kortini. Við árunum eri eg vorðin positivari. Síggi tað vakra í øllum. Tað er mín lívsáskoðan.

- Vit eiga nógvar góðar yrkjarar, ið eru góðir á hvør sínum øki. Hóast tann bundna rímaða yrkingin mátti víkja, tá ið modernistarnir komu fram í seksti árunum, so havi eg kortini roynt at yrkt í bundnum stíli síðani. Tað veldst um, hvat eg yrki. Stórur partur av mínum yrkingum eru barnarímur, og tá riggar tað betur, um tær bera uppá rím. Tá eru tær lættari at syngja.


Eg vildi geva børnunum eitt nýtt úrval

At so stórur partur av ritverki Alexandurs er ætlaður børnunum, er nærum av tilvild. Og tó. Í sjeyti árunum fekk hann sær læraraútbúgving, og í barnaútvarpinum tá var úrvalið av føroyskum barnarímum og barnasangum mest sum uppbrúkt. Eisini í skúlunum var tørvur á sangtilfari. Marianna Debes Dahl, sum um tað mundið undirvísti á Venjingarskúlanum, kendi eisini henda saknin.

- Marianna vildi fegin hava fatur á nýggjum sangum og rímum til børnini. Hon bað meg týða okkurt, og so byrjaði eg at yrkja til børn. Síðani H. A. Djurhuus gav rímurnar og sangirnar út fyrst í hesi øld, er einki komið av slíkum. At børnini hava tikið væl ímóti mínum yrkingum og rímum, er sera gleðiligt.

Hesi sløku 35 árini síðani Alexandur Kristiansen byrjaði at yrkja, eru umleið 1000 yrkingar komnar frá honum.

- At yrkja hevur altíð verið mítt ítriv. Eg kann ikki lata vera, og tá ið tað eydnast mær, verði eg sjálvur glaður. Ikki allar mínar yrkingar hava so nógv uppá seg. Í fyrstuni var eg ikki so sjálvkritiskur, men tað eri eg vorðin seinnu árini. Nú lati eg ikki eina yrking frá mær uttan, at eg eri nøgdur við hana. Og tí havi eg einki givið út síðani 1992. Okkurt arbeiði eg fleiri ferðir ígjøgnum, skrivi um aftur og umaftur. Síðani 1979 havi eg arbeitt við einum savni, ið eg ætlaði skuldi verða mítt høvuðsverk, men enn eri eg ikki liðugur við tað.

- Tað er rættiliga nógv og ymiskt, ið kveikir hugin at yrkja. Okkurt eg lesi, síggi, ella onkur mynd innan í mær. Ofta arbeiði eg í tørnum. Tað kann liggja væl fyri eina viku, men so als ikki vikuna eftir.

Í 1977 fekk Alexandur Kristiansen M. A. Jacobsens bókmentavirðisløn, og í 1983 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs. Og tær hava havt stóran týdning fyri hann sum skald.

- Tað er hugaligt og stuttligt at fáa eitt slíkt herðaklapp. Eg skal ikki kæra mína neyð. Eri lærari og yrki í frítíðini, og tað passar mær fínt. At yrkja burtur av, hevði eg ikki kunnað. Rithøvundar og skøld, tey, sum føla tað sum eitt kall og leggja alla sína orku í skrivingina, áttu at havt betri umstøður at virka undir.

- Alt ov lítið verður ummælt. Sum heild havi eg verið væl móttikin. Mær dámar væl at fáa kritikk, hann er neyðugur, og eg havi tikið hann til eftirtektar, um eg føli, at hann er rættur. Eg havi onkuntíð fingið rættiliga negativan kritikk. Í sjeyti árunum fekk eg eitt ummæli frá einum av okkara fremstu ummælarum, sum fanst at mínum yrkingum, ið høvdu eitt sosialt medvit. Kanska var ummælið ein orsøk til, at eg helt uppat at skriva slíkar yrkingar. Tá var eg kanska meiri sárur.


Týðingarmeistari

Seinnu árini hevur týðingararbeiði Alexandur Kristiansens vundið meiri uppá seg, og síðstu trý árini hevur hann flutt ikki færri enn 300 eldri europeiskar yrkingar í føroyskt. Tað besta sum finst av klassiskum skaldskapi í Europa. Yrkingar eftir Homer, Shakespeare, Gøthe og onnur fornaldarskøld. Heðin M. Klein hevur í einum ummæli sagt, at Alexandur Kristiansen er ein týðingarmeistari.

- Í 90-unum havi eg kastað meg út yvir at týða skaldskap, serliga klassiskan norðurlendskan og europeiskan skaldskap. Upp ígjøgnum árini havi eg týtt yrkingar av og á, hevði savnað eitt stórt úrval, og helt tað vera eina roynd vert at halda fram. Eg fann út av, at tað lá væl fyri. Vit hava átt ov lítið av klassiskum bókmentum á føroyskum. Janus Djurhuus, Pól F. og Christian Matras hava týtt nakað. Eg havi so roynt at koma við mínum íkasti, og vit eiga nú eitt fjølbroytt úrval av klassiskum yrkingum á føroyskum.

- Sjálvur fái eg nógv burtur úr at týða, tí eg fái góða venjing í at arbeiða við bundna forminum. Vit hava ikki áður átt sonettir á føroyskum. Eg havi týtt uml. hálvt hundrað sonettir, tær kendastu hjá teim stóru yrkjarunum, og í dag eiga vit eitt stórt úrval. At týða sonettir sigst vera tað torførasta.

- Eg vil eins og Janus Djurhuus á sinni prógva, at føroyska málið kann brúkast til nakað so serligt, og at føroyskt er so mikið vakurt og liðiligt, at tað kann brúkast í sonett-formi. Janus Djurhuus gjørdi eitt stórt týðarabragd, tá ið hann týddi Illionskvæðið. Tað er helst størsta avrikið í føroysku bókmentasøguni.

- Føroyskt kann brúkast til alt. Tað er ikki á nakran hátt ein forðing fyri at tosa, skriva ella yrkja. Eg havi livað meg inn í málið við at hava lisið og skrivað nógv, og eg haldi tað er lætt og flótandi mál. Kanska skal ein hava tað í beinagrindini. Ikki so nógv lesa yrkingar, og skal ein skriva tungt og ófatiligt, sum onkur yrkjari ger, vera tey upp aftur færri, sum lesa yrkingar. Skilja tey einki, tíma tey ikki at lesa.

Tað er ymiskt, hvussu týðingararbeiðið verður lagt til rættis.

- Onkuntíð dvølji eg yvir eini yrking ella bók í langa tíð, áðrenn eg seti meg at týða, meðan tað aðrar tíðir kemur meiri spontant. Tá ið eg hevði givið savnið Lógvalestur út 1996, setti eg meg at týða og sat eina viku út í eitt og týddi einar 25-30 yrkingar.


Týðing er enduryrking

- At týða er fyri ein stóran part at enduryrkja, og tað er tað, eg geri. Taki eg eitt nú eina yrking hjá Shakespeare og lesi meg inn í hana, endurgevi eg hana á føroyskum. Tí meti eg týðingarnar hjá mær sum mínar egnu yrkingar. Kortini eri eg trúgvur ímóti upprunanum, tí eg brúki sama form og innihaldið er tað sama. Eg havi lisið nógv av tí sum er týtt í Norðurlondum, og eg haldi ikki, at mítt stendur aftanfyri.

- At týða klassiskar yrkingar er ógvuliga krevjandi. Tað tekur langa tíð at fáa alt at sita. Eg leggi meg ikki eftir at fáa týðingarnar inn í ein málbúna, sum speglar tíðina sum var. Alt eg týði er tíðarleyst, og tað ber væl til at lesa tær sum yrkingar, ið eru skrivaðar í dag. Høvuðsparturin er kærleiksyrkingar, og tað letur til, at kærleiki hevur ligið frammalaga í huganum hjá øllum klassiskum skøldum. Nakrar eftir William Blake eru atfinnandi. Hesin er kanska tann torførasti at týða, og tað kemst av, at hann er so ópoetiskur. Av teim gomlu er John Keats tann besti poeturin. Hann fær form og innihald at renna saman í eina hægri eind.

- Nógvir yrkjarar siga, at bara innihaldið er gott, er yrkingin góð, og at búnin og stílurin hava einki at siga. Men eftir mínum tykki eru formurin og málbúnin eins líka týdningarmiklir. Tað eigur at vera musikalitetur, ið streymar ígjøgnum alla yrkingina, frá fyrstu til síðstu reglu.

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur ofta vent sær til Alexandur Kristiansen, tá ið barnabøkur, ið bera uppá rím, skulu týðast til føroyskt. Og í vikuni kom ein barnabók út við týðing Alexandurs, Bítsk tøl, ið ber uppá rím, og ein er í væntu, ið eitur Bítskir litir.

Fleiri hava gjørt løg til yrkingar eftir Alexandur Kristiansen. EplaPetur kom út fyri stuttum við løgum eftir Palla Hansen. Í væntu er MánadagsMortan, ið eru barnarímur frá 1990. Jens Mortan Mortensen hevur gjørt løg til. Fløga er á veg við barnarímunum í savninum GrísaflísaPætur frá 1992 við løgum eftir Knút Olsen.


Fuglfirðingar heiðra Alexanduri

Í sambandi við, at Alexandur Kristiansen verður fimti ár í dag, verður samkoma í fimleikahøllini í Fuglafjarðar skúla í kvøld kl. 20.00 við sangi, framløgum og kvøðum.

Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum, ber kvøðu til Alexandur. Fyrsti flokkur í Fuglafjarðar skúla syngur barnasangir av Alexanduri undir leiðslu av Marthu á Lakjuni. Steinbjørn B. Jacobsen, rithøvundur frá Rithøvundafelag Føroya, heldur røðu um skaldskapin hjá Alexanduri. Marita Øre og Jensa Toftegaard lesa yrkingar hjá Alexanduri. Jóhan Heri Joensen, formaður í mentamálanevndini í Fuglafjarðar kommunu, handar Alexanduri heiðursgávu. Gentukórið yngra undir leiðslu av Jens Mortan Mortensen, syngur úr Mánadags Mortan - yrkingar eftir Alexandur, sum Jens Mortan hevur sett lag til. Undir leiðslu av Frits Johannesen, syngur Fuglafjarðar sangkór Lat blóma várt hjarta eftir Ludvig Holstein og Jørgen Sørensen. Alexandur hevur týtt.

Gentur úr Fuglafjarðar gentukóri undir leiðslu av Eyðuni á Lakjuni syngja Páskaljóð eftir Alexandur og Jógvan á Lakjuni. Fuglafjarðar manskór undir leiðslu av Heðini Kambsdal syngur Nú andar sunnan eftir Inga T. Lárusson og Jónas Hallgrímsson, Alexandur týddi úr íslendskum. At enda syngur fjórði flokkur í Fuglafjarðar skúla sangir, ið Alexandur hevur yrkt, undir leiðslu av Marthu á Lakjuni.

-----------

Á støðni

er einki lív

onkuntíð alduslettir

Kyrt er í nátt

Millum bátar ið standa á lunni

er einans myrkrið eftir

ið manar fram tað ið deytt er

hægri og hátt

- og havið er blátt

Og tað er hitt sama myrkrið

ið melur mær málið

úr munni


Úr savninum Várt dagliga lív

---

Ritverk Alexandurs


Nón, yrkingar 1968

Assa, yrkingar 1969

Jomfrú við ongum bróstum, yrkingar 1972

Við fjøll og bláan fjørð, 1972

Málið er mítt øki, yrkingar, 1975

Kannubjølluvísur, barnarímur 1977

Várt dagliga lív, yrkingar 1979

Barnabros, barnarímur 1983

Útskot, yrkingar 1983

Havnarlív, yrkingar 1984

Kærleiki mín, yrkingar 1984

Mánageitin, barnarímur 1989

Mánadags Mortan, barnarímur 1990

Staksteinar, yrkingar 1990

Odysseus í hjartanum, yrkingar 1991

GrísaflísaPætur, barnarímur 1992

EplaPetur, barnasangir 1998


Týðingar

Tann lítli prinsurin, 1980

Eingin er sum Rosali, 1981 (óprentað)

Toffi og Andrea, 1983 (óprentað)

Andrea + 7 cm, Toffi + 6 cm, 1983 (óprentað)

Ulo mín, ulo mín, 1987

Teir trampa, 1989

Hvør eri eg, 1989

Allir mínir dunnuungar, 1991

Ribbaldurin Bibbi, 1992

Ein vættur fór at ferðast, 1992

Ævintýrið um vøttin, 1993

Bembil býr í búkinum, 1993

Bembla kemur heima, 1995

Lógvalestur, 1996

Anadyomena, 1997

Bítsk tøl, 1999