Aðalfundur verður í næstum í Føroya Lærarafelag - eftir røttum skuldi hann verið hetta vikuskiftið, men orsakað av verkfallinum er hann útsettur. Formaðurin í felagnum seinastu tvey árini, Andras L. Samuelsen, vil ikki út í æsir avdúka, hvat hann fer at bera fram fyri limirnar í felagnum, men hann kann siga so mikið, at uppleggið til komandi samráðingarnar og spurningar tengdir at nýggju fólkaskúlalógini fara at eiga ein stóran part av orðaskiftinum á fundinum. Og hesi mál eru nær tengd at hvør øðrum.
- Føroya Lærarafelag hevur sagt sáttmálan upp við Føroya Landsstýri. Í upplegginum hjá okkum eru nøkur mál, sum liggja lærarum nær at hjarta. Fyrst og fremst arbeiðsumstøðurnar, tað vil siga møguleikarnar at fremja ta lógina, ið lærarar arbeiða eftir. Føroya Løgting lóggevur fyri arbeiðsviðurskifti hjá lærarum, men enn hevur sama ting ikki tikið allar fíggjarligu avleiðingarnar av lógini, teir samtyktu fyri tveimum árum síðani. Tí hava lærarar ikki møguleika at arbeiða eftir lógini. Felagið er tí undir lønarsamráðingunum noytt til at krevja, at hesi viðurskifti koma í rætt lag.
- Karensdagarnar vilja vit avgjørt hava avtiknar. Lærarar verða harðast raktir av hesi skipanini, tí teir hava ikki møguleika at arbeiða mistu inntøkuna inn aftur.
- Ein avleiðing av nýggja setanarsáttmálanum, ið kom í gildi í fjør, er, at lærarar skulu hava nýggja eftirlønarskipan. Hetta er um at koma uppá pláss. Síðani tænastumannasettu lærararnir gjørdust føroyskir tænastumenn fyri tveimum árum síðani, hava lærarar, ið eru farnir frá, fingið ymiska eftirløn. Tað er ikki nøktandi og tí skulu vit fáa hesi viðurskifti í rættlag eisini, sigur Andras L. Samuelsen.
Arbeiðstíðin
Formaðurin í Føroya Lærarafelag sigur, at tað er serliga arbeiðstíðin, sum er ein stórur trupulleiki hjá lærarum, tí sum er rúmar hon ikki annað enn undirvísing og fyrireiking. Skulu lærarar arbeiða eftir meginreglunum í nýggju fólkaskúlalógini, verða teir noyddir at arbeiða meiri enn fulla tíð - uttan at fáa løn fyri tað.
- Felags ráðlegging, -fyrireiking, -eftirmeting, og viðgerð av ymsum málum, ið skúlin stendur fyri, eru alt nakað, ið liggur uttan fyri tímatalvuna. Nýggja lógin áleggur lærarum nýggjar uppgávur. Eitt nú skulu lærarar samráðast sínámillum um hvønn einstakan næming, og tað er bara gott. Men nær skal hetta fara fram, spyrja vit.
- Nýggja fólkaskúlalógin fer avgjørt at gera fólkaskúlan í Føroyum betri, tað eri eg als ikki í iva um og tað vilja vit sum felag og yrkisbólkur fegin virka við til. Men tað krevur røttu umstøðurnar til at fremja lógina, og hesar hava vit ikki fingið frá Føroya Løgtingi enn. Spurningurin er tí, hvussu arbeiðstíðin skal umskipast, fyri at fáa tíð til tær uppgávurnar, ið nýggja lógin áleggur lærarunum. Arbeiðstíðin hjá lærarum er ongantíð allýst. Undir seinastu samráðingunum bar á ongan hátt til at finna eina semju um, hvussu arbeiðstíðin hjá lærarum er sett saman.
Læraraútbúgvingin ikki dagførd
Dagføringin av læraraútbúgvingini liggur á láni. Landsstýrið setti eina nevnd fyri fleiri árum síðani at dagføra læraraútbúgvingina, men eingin niðurstøða spurdist burturúr. Seinni eru aðrar nevndir settar, men heldur ikki tær eru komnar til nakað úrslit.
- Tað er rættiliga spell, tí so nógv hendir á økinum. Øll londini rundan um okkum hava fingið nýggja fólkaskúlalóg, og hava dagført læraraútbúgvingina. Tað er alneyðugt.
Dagføring av lærarayrkinum
- Vit hava fleiri ferðir víst á, at tað er neyðugt at lærarar sleppa á skeið fyri at kunna undirvísa eftir nýggju fólkaskúlalógini. Lærarar hava tørv á støðugari eftirútbúgving fyri at undirvísingin skal vera nóg góð. Ein byrjan er farin í gongd, men tað er alt ov óskipað, sigur Andras L. Samuelsen.
Formaðurin í Føroya Lærarafelag hevur fleiri ferðir sett spurnartekin við, hví Landsstýrið ikki hevur roynt at fylt karmarnar í nýggju lógini, síðani hon kom í gildi.
- Vit undrast stórliga á, hví landsstýrið ikki hevur sett nýggjan leiðara av eftirútbúgving av lærarum eftir at hesin fór frá vegna aldur. At tað krevur ørgrynnu av pengum at seta nýggju lógina í verk, hava vit og núverandi landsstýrismaðurin vitað alla tíðina.
Eingin dialogur
Samskiftið millum Føroya Lærarafelag og landsstýrismannin í undirvísingarmálum hevur ikki verið so gott farna árið, og atfinningarnar frá Lærarafelagnum hava serliga snúð seg um, at einki verður gjørt við at fylla í karmarnar í nýggju lógini. Báðir partar hava harmast vantandi samskiftið.
- Vit hava heitt á landsstýrismannin í undirvísingarmálum um at loysa nøkur mál saman við okkum, men vit hava einki frætt frá honum. Ein landsstýrismaður klárar sjálvsagt ikki allar uppgávurnar her og nú, men hann kann vera við til at finna ein dialog og fáa onkrar uppgávur á skafti. Vit fáa hvørki fund við hann, tá ið ella um vit ynskja tað, ella svar frá honum, tá ið vit skrivliga venda okkum til hansara.