Roknað verður við at maðurin er deyður

- Vit halda ikki, at nøkur vón er um lív longur, sigur norski bjargingarleiðarin, Vincent Roos, við danska, Ekstra Bladet

Í kvøld, tá Norrøna var stødd einar 12 fjórðingar suður úr Mandal í Noregi, fór ein maður fyri borð. 

 

Við tað, at hendingin fór fram í norskum sjógvi, var tað Noregi, sum hevði ábyrgdina av bjargingar-og leitingarátakinum.

 

Leitað hevur verið bæði við tyrlum og skipum.

 

- Klokkan 22.45 steðgaði leitingin, og roknað verður við, at maðurin, sum leitað hevur verið eftir, er deyður.

 

Tað sigur Vincent Roos, bjargingarleiðari við danska, Ekstra Bladet, ið er millum miðlarnar, sum hevur skrivað um hendingina í kvøld.

 

- Vit halda ikki, at nøkur vón er um lív longur, sigur norski bjargingarleiðarin við blaðið.

 

Sambært Ekstra Bladet var tað manningin umborð á Norrønu, sum boðaði føroyskum myndugleikum frá vanlukkuni.

 

Føroysku myndugleikarnir settu seg síðan í samband við norskar myndugleikar, sum settu leitingarátak í verk.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/madur-farin-fyri-bord-a-norroenu

 

Hetta sigur stjórin í Smyril Line - https://www.in.fo/news-detail/norroena-verdur-a-havnini-i-annadkvoeld