gjørdust ov stuttir í kappingini um at vinna Starfighters kappingina á Skanderborg festivalinum, er bólkurin ikki liðugur við at kappast. 2. september fer bólkurin at kappast í DM i Rock. Bólkurin var við [...] ingini á TV2 Øst sunnukvøldið. Á heimasíðuni www.tv2regionerne.dk undir TV2 Øst 14. august ber til at síggja innslagið, sum eitur Talent på prøve, har er samrøða við bólkin, og partur av einum lag verður
stimitúr við báti sínum. Hann fór úr bilinum, men legði tá til merkis at tað byrjaði at loga úr motorrúminum. Fólk á bryggjuni royndu at sløkja eldin í bilinum við spuluslangu og spannum við vatni, men tamarhald [...] tamarhald fekst ikki á eldinum, fyrrenn ein maður kom við eldsløkkjara at sløkja við. Sløkkiliðið úr Havn, partvíst við manning úr Kollafirði, kom á staðið eftir uml. 20 minuttum, men tá var eldurin mest
Nú er arbeiðið komið so mikið væl áleiðis, at dagurin er ásettur, nær hyljarnir aftur verða lætnir upp fyri fólkið. Leygardagin í næstu viku fara fólk sjálvi at síggja, hvussu stórar broytingarnar eru framdar [...] ni. Ein tann størsta broytingin er uttan iva hon, at tann djúpi hylurin nú er burtur. Ístaðin er komið eitt spildurnýtt baðiland, sum uttan iva fer at verða populert millum tey vitjandi. Í hesum baðilandinum
sjónvarpið MTV3 sigur, at teir tríggir handilsmenninir vóru farnir við tráðu, tá teir blivu burturfluttir beint uttan fyri oynna Abu Musa. Ein finskur diplomatur sigur við sjónvarpið, at menninir eru í varðveitslu [...] varðveitslu hjá iransku myndugleikunum, og at teir hava tað gott. Oyggin Abu Musa er tætt við iranska sjómarkið, og iranska sjóverjan ansar sera væl eftir, at eingin kemur inn um markið.
Trupulleikin var, at leiguflogfarið hjá Atlantsflog hevði fingið eitt sonevnt »birdstrike«. Hetta er tá flogfarið fær ein fugl á seg. Vit høvdu eitt “birdstrike” mávakvøldið og noyddust at skifta flogfar [...] flogfar, greiðir Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi frá. Vit vónaðu, at fuglurin ikki hevði gjørt skaða, men tá tað so varð staðfest, at forkanturin á vinstra vongi hevði fingið eina buglu, var neyðugt við nýggjum
forseti, seinni í dag at kunngera, hvønn hann vil hava til stjóra í Heimsbankanum. Stjórin í Heimsbankanum er vanliga amerikanari, og amerikanskir fjølmiðlar vilja vera við, at Bush hevur funnið mannin [...] mannin, sum skal taka við eftir Paul Wolfowitz, sum noyddist at fara frá. Sambært fjølmiðlunum eitur eftirmaðurin Robert Zoellick. Hann hevur verið varauttanríkisráðharri og amerikanskur samráðingarleiðari [...] ymsum handilssamráðingum. Robert Zoellick hevur sambært fjølmiðlunum tann fyrimun fram um Wolfowitz, at hann er væl lýddur í Evropa.
fyri Tottenham. Tað hevur fingið felagið at tryggja sær álopsspælaran fram til summarið 2012. - Eg havi tað sera gott í Tottenham, og tað er helst orsøkin til, at havi spælt so væl her. Hetta eru spennandi [...] spennandi tíðir í felagnum, og eg eri fegin um, at eg kann halda fram at spæla her, sigur Robbie Keane.
sambandi við, at umboð fyri Fótbóltssambandið fara at handa kommununi og bygdarfólkunum í Oyndarfirði nýggja sparkivøllin. Umframt Niclas Davidsen fyri FSF fer umboð fyri Runavíkar kommunu at siga nøkur orð [...] orð. Trøllapætur, omman og ommusysturin fara at vitja, og fyrsti dysturin á vøllinum verður millum yngra og eldra bindiklubban í bygdini. Seinni í kvøld verður skipað fyri dansi.
oyggjaleikir Nú ber til at skráseta seg sum áskoðara til leikirnar í Hetlandi. Fyrimunirnir við at lata seg skráseta eru m.a., ókeyppis flutningur við serligu flutningstænastuni hjá leikunum og ein prentað [...] prentað skrá fyri leikirnar. Samstundis ber til at søkja um atgongumerki til svimjing og fimleik, ið eru einastu ítróttagreinarnar aftrat setanini, ið krevja atgongumerki. Kostnaðurin fyri skrásetingina [...] er £25 fyri vaksin og £15 fyri børn. Við at seta seg í samband við Oyggjaleikanevndina fæst nærri vegleiðing um, hvussu tekningarskjal verður útfylt.
frá, at hann gevst sum venjari hjá týska fótbóltslandsliðnum. Tíðindini hava skelkað týsku tjóðina, sum seinasta stóra mánaðin hevur verið í rættuligum fótbóltsrúsi. Týska landsliðið kláraði at blanda [...] stórspæl og megnaði at vinna bronsumerkini. Góðu úrslitini og positivi profilurin hjá venjaranum, spælarunum og øllum teimum, sum hava verið kring týska liðið, verður fyrst og fremst roknað at stava frá Klinsmann