Fótbóltur
Skotska landsliðið skuldi koma til Føroya seint seinnapartin í gjár, men ferðin varð hálvanannan tíma seinkað.
Trupulleikin var, at leiguflogfarið hjá Atlantsflog hevði fingið eitt sonevnt »birdstrike«. Hetta er tá flogfarið fær ein fugl á seg.
Vit høvdu eitt “birdstrike” mávakvøldið og noyddust at skifta flogfar, greiðir Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi frá. Vit vónaðu, at fuglurin ikki hevði gjørt skaða, men tá tað so varð staðfest, at forkanturin á vinstra vongi hevði fingið eina buglu, var neyðugt við nýggjum flogfari.